Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.09.2024 - 19:21 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið eitt sindur kalt í seinastuni, men nú er vent. Lýggj luft av evropeiska meginlandinum er farin at reka ímóti okkum.

Í kvøld og í morgin fara nøkur lágtrýst at standa bæði norðan- og sunnanfyri. Tí verða løtur við regni. Týsdagin, mikudagin og partar av hósdegnum fer eitt hátrýst at leggja seg yvir okkara leiðir við lítlum vindi av ymsum ættum og lítlum ella ongum avfalli. Seinnapartin hósdagin er hátrýstið farið eystureftir, og lágtrýst við meira vindi og avfalli fara aftur at nærkast okkum.  

Hitalagið er farið eitt fitt vet upp í dag. Tað fer upp um 10 stig í vikuni, so alt tað hvíta í fjøllunum, sum legðist í síðstu viku fer burtur aftur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin 3 til 8 av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið, men um middagsleitið gongur hann upp í norðan og veksur upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og regn eina løtu. Út á seinnapartin minkar vindurin aftur niður í 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Hitin 7 til 11 stig.  

Týsdagin:

Um náttina eitt lítið lot norðan ella av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Fyrrapartin og seinnapartin fer at mala av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og um náttina upp í 5 m/s av útsynningi, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.

Mikudagin:

Um útsynning, upp í 5 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og um náttina eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin:

Upp í  5 m/s av suðuri, klárt ella smáskýggjað og kanska okkurt ælið í støðum. Um kvøldið fer hann í landsynning og um náttina upp í eystan, meðan vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, sumf frá líður samdrigið og regn. Hitin 8 til 11 stig.

Fríggjadagin:

5 til 10 m/s av eystri, samdrigið og regn, men út á seinnapartin fer hann upp í landnyrðing og veksur vindurin upp í 8 til 13 m/s og um náttina upp í 10 til 15 m/s. Hitin 6 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum