Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mansunglingarnir hjá Mjølnir frá vinstru: Kristian Sivertsen, Josiah Lukama, Tummas Á Lakjuni, Micah Lukama, Natan Petersen, Hanus Lydersen og Hanus Jógvanson | Mynd: Jóhann Lützen

Mjølnir gott hál á Toftum í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2024 - 21:16 Ítrottur Tíðindi

1.deild kvinnur, mansunglingarnir og besta mansliðið vunnu sínar dystir móti Ternuni á Toftum í dag

 

Fleiri av Mjølnir liðunum vóru á flogi í dag. Vit fingu eina mynd av mansunglingunum hjá Mjølnir. 

 

1.deild kvinnur

Løgdu fyri við at vinna sín dyst 3-1. Tær taptu fyrsta settið, men fingu síðani vent dystinum og vunnu næstu trý settini. Tær hava allar leikt á Meistaradeildini hjá Mjølnir í mong mong ár, so rutinan er øgilig. Og sjálvandi ongastaðni meira enn hjá Marjun Kalsø, the grand old lady innan flogbólt hjá kvinnum í Føroyum. 

 

Mansunglingar

Leiktu seinast og teir vunnu 3-1 á Ternuni. Teir taptu fyrsta settið og síðani vunnu næstu trý settini, júst sum 1. deild kvinnu. Settúrslitini vóru 14-25, 28-26, 25-22 og 25-22. Føðiketan upp á besta mansliðið sæst aftur hjá mansunglingunum hjá Mjølnir, har tríggir teirra longu hava roynt seg á besta liðnum. 

 

Polestar deildin

Soleiðis kallast besta mansdeildin í dag. Mjølnir vunnu 3-0 á Ternuni. Settúrslitini vóru 11-25, 18-25 og 20-25. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Soleiðis kann bústaðartrotið loysast
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Lýsing