Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umleið kvart milliard krónur er ávegis til Suðuroyar at bøta um infrastrukturin til, úr og í oynni, og batar eru eisini á veg til næmingar, ið taka útbúgvingar á Heilsuskúla Føroya

Stórir batar á veg til Suðuroynna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2024 - 14:00 Politikkur Tíðindi

Eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma tekur Landsstýrið trupulleikarnar hjá Suðuroynni við m.a. fráflyting í álvara. Hundrað milliónir verða settar av til Suðuroyartunnil og uppaftur meira til suðuroyarskip. Eisini á útbúgvingarøkinum fær Suðuroyggin eru nú ítøkiligar ætlanir um at rinda løn undir útbúgving til ávís lesandi á Heilsuskúla Føroya, sum liggur í Porkeri.

 

 

Størsta uppskotna játtanin til Suðuroynna er ikki tær 100 milliónirnar til nýggjan Suðuroyartunnil. Ikki færri enn 111,5 milliónir standa á fyri 2025 til ”Suðuroyarskip”. Sostatt verður samferðslan til og úr Suðuroynni komandi árini høgt raðfest.

Játtanin til Heilsuskúla Føroya sjálvan verður at síggja til skerd nakað og minkar við 0,5 mió., tí teir 2 flokkarnir, sum ætlanin var at taka upp, ikki verða tiknir upp kortini. Men víðari stendur, at ”Eftir ætlan roynir skúlin at taka upp tveir flokkar til heilsurøktara í 2025. Tøk játtan er til endamálið, og er hon staðsett á Felags fyri miðnám og verður játtað skúlanum, um tað eydnast at fara undir økta virksemi.”, so pengarnir eru ikki neyðuga mistir enn.

Av størri týdningi er tað, at 3 milliónir eru settar av til løn undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, ið merkir, at lesandi har fáa serligt fíggjarligt ískoyti ella løn, meðan tey lesa. Tó nevnir Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, at ”Ein møguleiki er at avmarka játtanina til tey, ið eru omanfyri 25 ár, eru førleikamett og taka útbúgvingarnar yvir styttri tíð”, so tað er ikki vist, at øll lesandi fara at fáa løn undir útbúgving. Men kortini er talan um ein stóran bata.

Eisini kann nevnast, at biðið verður um eykajáttan upp á 19 milliónir í 2024, og at játtaðar verða 14 milliónir afturat í 2025 til at gera Fámjinstunnilin lidnan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…