Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Horn

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.10.2024 - 16:08 Tíðindi Veðrið

Nokkso ilsligt veður í dag, men so var ikki í morgun. Tað gjørdist mestsum illveður fram ímóti middegi og nakað út á seinnapartin.

Eitt djúpt lágtrýst stendur í ein útsynning úr Føroyum, og eitt brúgvalag haðani nærkaðist. Hampuligut veður, til tað var yvir okkum við vindi og nógvum regni. Í Hvannasundi tók tað leyst í hvirlunum, og glaðurnar fyltu sundið.

Lágtrýstið fer at mynda veðrið her í Føroyum í dag og í nátt. Fyrrapartin í morgin er tað farið norðurum, og so kemur eitt annað uppaftur djúpari lágtrýst. Tað fer at nærkast sunnudagin, men tað kemur ikki allan vegin til okkara, tíbetur – tí ordiligt illveður er rundan um tað.

Veðrið um vikuskiftið:

Upp í 19 m/s av suðuri, samdrigið og regn. Í kvøld fer hann at minka niður í 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin í dag upp í 12 stig.

Í morgin enn sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt ælið til nakað út á seinnapartin. So fer at minka. Um kvøldið fer hann í útsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 7 og 11 stig.

Sunnudagin 8 til 15 m/s av landsynningi, at byrja við hálvskýggjað og turt, men sum frá líður samdrigið og regn sunnaneftir. Seinni eitt sindur klárari, og hann minkar vindin niður í 5 til 10 m/s av ymsum ættum. Hitin 8 til 11 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…