Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Lívsins ferð

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  18.10.2024 - 23:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hetta var heitið á bókaútgávu hjá Victor á Lakjuni í dag – eitt yrkingarsavn, sum varð givið út á Gallarínum á Stongunum. Samstundis lat upp áhugaverd listaframsýning hjá Øssuri Mohr.

 

Yrkingarsavnið er býtt upp í 6 partar við yrkingum av ymsum slag og er á 141 blaðsíður. Bróðurin, Jógvan á Lakjuni, sum hevur rættlisið bókina, hugleiddi og las brot úr bókini, ið hann segði ikki vera bara so hissini lesnaður, men við dýpd í.

Rógvi á Lakjuni Lassen hevur sett bókina, sum er prentað á Føroyaprent.

Nógvur góður sangur og spæl var eisini á skránni, har serliga abbabørnini, saman við Victori á harmoniku, spældu og sungu.

Øssur, systkinabarn Victor, fegnaðist um, at vera boðin innar í hesi snotuligu hølini, sum var meir enn fullsett, við um 100 áskoðarum til ferniseringina.

Og teir reyðu prikkarnir vóru eisini títtir á vegginum, so nógv vildu ogna sær ein av teimum 60 málningunum, sum vóru á sølulistanum.

Eisini fekk Victor á Lakjuni høvið at hugleiða um yrkingarsavnið, har hann m.a. helst fyri, at nú hann var komin nakað uppí árini, mundi verða rættast at fáa okkurt av nógva skrivaða tilfarinum, sum lá, út í bók.

Boðið varð eisini til ábit við turrati grind og spik, skerpikjøti, rullipylsu og hópin av góðum køkum, so her tørvaði einki. Ein frálíka góð og hugnalig løta við góðum yrkingasavni og góðari list.

Tað er serliga Kristian á Lakjuni, ið stendur fyri gallarínum, sum er rúmligt og ljóst, við hópin av veggjaplássi.

Framsýningin er opin til 6. november. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður