Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt sindur um meg, nú eg stilli upp til kommunuvalið 2024

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  19.10.2024 - 13:00 Politikkur Tíðindaskriv

Um eg verði vald inn í Klaksvíkar býráð 12. november, so vil eg leggja alla orku í at fáa framt míni hjartamál borgarunum at frama

 

 

Eg eiti Mildrid á Lógv, eri 54 ár og gift við Hanus á Lógv, kommunulækna í Klaksvík. Eg eigi fimm børn í aldrinum 14 - 28 ár, tveir dreingir og tríggjar gentur. Eisini eigi eg tvær fittar ommudøtur. Av útbúgving eri eg sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving innan narkosu- og intensiva sjúkrarøkt. Av tí at eg havi stóran áhuga fyri gransking, nam eg mær eina masterútbúgving í Heilsuvísindum í 2022 á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík, her eg altíð havi trivist væl. Havi havt ein tryggan barndóm saman við mínum fimm systkjum. Eri uppvaksin í einum trúgvandi heimi við eini heimagangandi mammu, tá ið vit vóru smá, og einum pápa, sum var sjómaður. Omma og abbi høvdu íbúð í kjallaranum allan mín uppvøkstur, og høvdu búð á Syðradali á Kalsoynni áðrenn.

 

Góður arbeiðsmoralur hevur altíð verið nakað, sum hevur havt stórt virði í okkara familju. Longu sum 13-14 ára gomul byrjaði eg at arbeiða í matvøruhandlinum hjá ommu og abba uppi á “Hjørninum” á Nýggjavegi og plagdi eisini seinni at gera reint fyri tey í íbúðini, har eg fekk eitt oyra afturfyri. Frá 13 ára aldri byrjaði eg eisini at egna í skúrunum hjá ymiskum bátum á Stongunum. Av tí at pápi seinni gjørdist heimamaður hjá sluppuni Esther, sum hevði skúr hinumegin vágna við Norðborg, egndi eg, saman við nøkrum øðrum gentum, hvønn dag aftaná skúlatíð og leygardagar, tá ið nakað var at egna. Hetta gjørdi eg heilt fram, til eg var 19 ár og liðug við HF-skeiðið. Onkra heystferiu landaði eg tó umborð á Skálabergi. Sum ung arbeiddi eg eisini eitt ár á Kósavirkinum og gekk seinni á Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

 

Í mínum vaksna lívi havi eg arbeitt 10 ár á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 9 ár á Landssjúkrahúsinum, harav eg var leiðari í 2 ár. Seinastu 8 árini havi eg eisini undirvíst sjúkrarøktarfrøðilesandi einstakar dagar um árið. Eg havi stórtrivist við øllum hesum.

Eftir loknan masterlestur í 2022, vildi eg royna nýggjar leiðir og varð sett sum leiðari á nýggja bú- umlættingar- og endurmenningardeplinum Skálagarði, sum er fyri 18-67 ára gomul fólk, sum eru rakt av heilaskaða. Hóast strævna byrjan, so var eg eldhugað og stórtreivst við at byggja stovnin upp frá grundini av. Tað sama gjørdu dugnaligu starvsfólkini, sum starvast/starvaðust har. Hetta fekk tó ein brádligan enda tíðliga í summar, tá ið mín leiðsla sendi meg til hús. So miðvís, sum eg eri, so finni eg meg ikki í at verða órættvíst viðfarin, tá ið eg veit, at eg onki skeivt havi gjørt, sum gevur einum almennum arbeiðsgevara rætt til hetta. Ja, órættvíst kalli eg hetta! Tí eg havi arbeitt so nógv og lagt lív og sál í hetta fyri at veita búfólkunum ta bestu tænastuna og fáa arbeiðsplássið at ganga so væl sum gjørligt í uppbyggingarfasuni. Eg havi eisini fullan stuðul frá øllum starvsfólkunum og búfólkunum. Tískil havi eg kært málið og eri nú í eini bíðistøðu.

 

Eg havi búð 7 ár uttanlands: 5 ár í Svøríki, 1 ½ ár Danmark, og nakrar mðr í Ísrael og Noreg. Eg tók serútbúgvingarnar í Stockholm, og havi arbeitt á fleiri háteknologiskum deildum á norðurlendskum sjúkrahúsum. Í Ísrael arbeiddi eg í kibbutz. Hesi árini uttanlands havi eg lært nógv um aðrar mentanir. Hetta hevur gjørt meg betur føran fyri at finna fjøltáttaðar loysnir og taka ábyrgdarfullar avgerðir.

 

Umframt arbeiðslívið, sat eg í skúlastýrinum 2012-2020. Hetta vóru árini, sum nýggi skúlin á Skúlatrøð varð bygdur. Hetta var ein sera spennandi tíð í kommuni, og eg hevði tá sum forkvinna og limur í byggibólkinum tætt samstarv við stjóra og starvsfólk skúlans, borgarstjóra, býráðslimir og onnur starvsfólk í Klaksvíkar býráði. Eisini havi eg verið í nevndini í Heim & Skúla og í hesum sambandi luttikið á nøkrum norðurlendskum fundum.

 

Sjúkrarøktarfakið hevur altíð havt mín stóra áhuga, og eg eri virkin í fakligum áhugabólki og í eini norðurlendskari fakligari nevnd. Mær dámar sera væl norðurlendska samstarvið, sum hevur gingið mær góðar førleikar at samstarva yvir um landamørk.

 

Í frítíðini dámar mær væl at binda, lesa, ganga fjallatúrar, íðka, fara út til mentanarlig tiltøk og hugna mær heima saman við familju og vinum.

 

Sjálv havi eg verið í nevndini hjá Norðoya Tjóðveldisfelag í árunum 2017-2019, har eg var peningarøkil. Hetta var sera áhugavert og læruríkt. Eg ynski at takka núverandi nevnd fyri álitið, sum tey hava víst mær við at biðja meg stilla upp til kommunuvalið 2024.

Um eg verði vald inn í Klaksvíkar býráð 12. november, so vil eg leggja alla orku í at fáa framt míni hjartamál borgarunum at frama. Hvørji hjartamálini eru, fari eg at skriva um í komandi greinum.

 

Mildrid á Lógv

Valevni hjá Norðoya Tjóðveldi, listi E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður