Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og fáið skil á kavaruddingini

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  19.10.2024 - 14:00 Politikkur Tíðindaskriv

Saman kunnu vit gerast betri fyrireikað og hava skil á kavaruddingini – og saman tryggja, at vit kunnu koyra og ganga í øllum veðri.

 

Hvønn vetur darvar nógvur kavi bæði ferðslu og parkering. Tað er tí alneyðugt við eini greiðari ætlan fyri kavaruddingini. Hetta er ein afturvendandi trupuleiki, sum vit sum kommuna kunnu loysa við betri fyrireiking.

 

Betri samskipan av kavaruddingini

Ein væl samskipað kavarudding er lykilin til at betra um støðuna. Kommunan kann leggja eina greiða ætlan, har borgarar fáa kunning í góðari tíð um, nær og hvar kavarudding verður. Við at fáa hesar upplýsingar umvegis SMS, Norðlýsið ella aðrar miðlar, kunnu fólk fyrireika seg og flyta bilin, soleiðis at kavaruddarar sleppa framat at grava allar vegir og parkeringspláss. Hetta kann gera arbeiðið nógv skjótari og effektivari, og við tí færri trupulleikar í ferðsluni.

 

Kavin skal burtur

Ein onnur avbjóðing er, hvussu kavin verður burturbeindur, so ikki stórar kavarúgvur standa til fortreð. Hetta krevur, at loysnir verða funnar, áðrenn kavin hópast upp, so vegir og parkeringspláss altíð eru rein fyri kava.

 

Fleiri og uppmerktar saltkistur

Nógvir borgarar taka stig til at salta vegir og pláss í sínum grannaløgum. Men fyri at gera tað lættari fyri tey, er neyðugt við fleiri og væl uppmerktum saltkistum, so øll hava lætta atgongd til salt, tá tørvur er á tí. Við betri kunning kunnu borgarar eisini skjótari finna, hvar tær næstu saltkisturnar standa, og soleiðis hjálpa til við at tryggja, at vegirnir verða gjørdir tryggari at koyra og ganga á.

 

Eitt felags mál

Í roynd og veru snýr tað seg um, at kommunan gerst betri fyrireikað og hevur eina meira skipaða tilgongd til kavaruddingina. Við einum væl samskipaðum innsatsi kunnu vit saman gera tað lættari og tryggari at ferðast, tá veturin ger um seg. Tí mugu vit arbeiða saman, bæði kommunan og borgarar, fyri at tryggja, at kavi framyvir ikki verður ein trupulleiki. Hetta er ein felags ábyrgd, sum vit kunnu loysa, um vit standa saman og eru væl fyrireikað.

Saman kunnu vit gerast betri fyrireikað og hava skil á kavaruddingini – og saman tryggja, at vit kunnu koyra og ganga í øllum veðri.

 

Hjalmar Zachariassen

Valevni Sjálvstýrisins á Lista D

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður