Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kirkjugarðurin – Ein minnislund, sum skal raðfestast

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  20.10.2024 - 14:38 Politikkur Tíðindaskriv

Vit skulu arbeiða fyri, at kirkjugarðarnir í Klaksvíkar kommunu gerast grønar oasir, við trøum, blómum og bonkum. Tað er jú hagar vit leita okkum, tá vit hava tørv á finna troyst, frið og at minnast.

 

 

 

Tá eg flutti niður til Danmarkar at lesa, gjørdist Vestre Kirkegaard mín næsti granni. Har skilti eg, at ein kirkjugarður kann vera so nógv meira enn ein gravstaður, men eisini kann vera ein livandi minnislund, har vit koma at minnast, at finna frið og at vera saman við okkara kæru í einum vøkrum umhvørvi. Manga løtuna havi eg gingið har saman við mínum børnum og notið vakurleikan, standmyndirnar, trøðini og vøtnini, meðan vit lósu nøvnini á flottu gravsteinunum, spældu við teir mongu froskarnar og góvu dunnum at eta.

 

 

Kirkjugarðar sum vakrar lundir

Vit eiga at raðfesta kirkjugarðarnar og gera teir til vakrar lundir við blómum, trøum og bonkum, har tað er hugnaligt at koma og vera eina løtu. Man kann siga, at kirkjugarðurin er hin seinasti bústaður á foldum hjá okkara kæru, og tí eiga vit at tjúkla um henda bústað. Og tað skal bera til at seta seg niður og hugsavna seg um minnini.

Í kirkjugarðinum goyma vit eisini søguna, menningina og samleikan hjá okkum øllum. Tá vit koma inn í ein kirkjugarð, koma vit inn í eina søguliga heild, har fortíð, nútíð og framtíð møtast. Tískil er tað umráðandi, at vit sum kommuna raðfesta og umsita kirkjugarðarnar sum ein týdningarmiklan part av okkara mentanarliga arvi.

Mítt ynski er, at kirkjugarðarnir í Klaksvíkar kommunu, eins og aðrastaðni í heiminum, skulu verða nógv meiri enn gravstaðir. Eg fari at arbeiða fyri, at vit raðfesta kirkjugarðarnar í kommunui, soleiðis, at teir verða vakrar lundir við blómum, trøum og bonkum, har ein kann leita sær frið.

 

Virðing fyri teimum, ið eru farin

Tað, at vit raðfesta og viðlíkahalda kirkjugarðarnar, vísir virðing fyri teimum, ið eru farin. Tað er týdningarmikið, at kirkjugarðar eru væl røktaðir og vakrir, soleiðis at tey, sum koma at minnast síni elskaðu, kunnu gera tað í einum friðsælum og hóskandi umhvørvi. Jarðarferðir eru ein heilag løta í lívi teirra, ið missa, og viðlíkahald av kirkjugarðinum tryggjar, at hesar løtur fáa ta virðing, ið slíkar løtur krevja.

 

Eitt mentanarligt savn

Kirkjugarðar eru eisini eitt stað, har vit kunnu lesa søguna um okkara forfedrar og samfelag. Gamlar gravir siga søgur um tíðina, ið fór, og um menningina av staðnum og fólkinum. Hesar søgur eru ein týdningarmikil partur av okkara samleika sum fólk. Tí eiga vit at syrgja fyri, at kirkjugarðarnir eru væl røktir, so hesin mentanarligi og søguligi arvurin verður varðveittur til komandi ættarlið.

 

Ein staðfesting av samanhaldi

Kirkjugarðurin er ikki bert eitt stað fyri einstaklingar, men fyri alt samfelagið. Her samlast vit øll, óansæð trúgv, uppruna ella støðu, fyri at minnast tey, ið eru farin. Við at raðfesta kirkjugarðsrøktina vísa vit, at vit sum kommuna leggja dent á at hava staðir, har vit savnast til at minnast og virða lívið og deyðan sum eitt felags menniskjaligt fyribrigdi. Hetta er týdningarmikið fyri at halda lív í tí samanhaldi, ið ger samfelagið sterkt.

 

Eitt stað til frið og reflektión

Í nógvum londum eru kirkjugarðar meira enn bert gravstaðir – teir eru vakrar lundir, har fólk koma at leita frið, hugsa og at finna troyst. Hesar lundir eru grønar, væl røktar og skipaðar soleiðis, at tey, sum vitja, kunnu njóta náttúruna og finna sálarligan javnvág. Vit eiga eisini at skapa slíkar staðir her heima, har borgarar kunnu koma at njóta friðin og vakurleikan í náttúruni. Við at raðfesta kirkjugarðsrøktina tryggja vit, at kirkjugarðurin ikki bert er eitt stað fyri deyðan, men eisini eitt stað fyri lívið – eitt stað, har fólk leita sær íblástur, finna sálarró og kenna seg í samljóði við náttúruna.

 

Estetiskur týdningur

Ein væl røktur kirkjugarður er eisini ein týdningarmikil partur av okkara estetiska umhvørvi. Hann er eitt grønt og vakurt stað, har náttúra og arkitekturur møtast á ein heilt serligan hátt. Við at uppraðfesta røktina, kunnu vit skapa eitt vakurt og friðarligt stað, ið kann vera ein íblástur til borgarar og vitjandi. Grønu økini hava týdning fyri bæði okkara sálarligu og likamligu heilsu, og ein vakur kirkjugarður er ein týdningarmikil partur av hesi javnvág. Tí eiga vit at seta út í kortið við eini langtíðarætlan um, hvussu vit ynskja at kirkjugarðurin skal koma at síggja út og har føroysk list og mentan eisini fær pláss, soleiðis at okkara kirkjugarður ikki bert verður eitt kopi av tí, vit síggja í ørðum londum, men ein føroysk lund.

 

At verja umhvørvið

Við at raðfesta kirkjugarðsrøktina kunnu vit eisini hugsa um náttúruna og umhvørvið. Røktin kann innihalda at gróðurseta fleiri trø, blómur og runnar, ið ikki bert eru vakurleiki fyri eygað, men eisini ein liður í at betra um lívfrøðiliga fjølbroytnið.

 

Langtíðar viðlíkahald

Ein annar týdningarmikil faktorur er, at viðlíkahald av kirkjugarðunum longu nú kann forða fyri størri trupulleikum í framtíðini. Um vit ikki rætta upp á smærri skaðar ella slit so hvørt, kann hetta leiða til størri útlegg og arbeiði í framtíðini. Reglulig røkt er tí ein langtíðarloysn, ið tryggjar, at vit sleppa undan óneyðugum útreiðslum seinni.

 

Samfelagsligt átak og arbeiðsmøguleikar

At raðfesta kirkjugarðsrøktina kann eisini hava samfelagsligar fyrimunir. Tað skapar arbeiðspláss til tey, ið arbeiða við røkt, grótarbeiði, planturøkt og øðrum arbeiði knýtt at kirkjugarðinum. Tí er hetta ikki bert ein fíggjarligur kostnaður, men ein íløga í okkara lokalsamfelag.

Tað eru nógvar orsøkir til, at vit eiga at raðfesta kirkjugarðsrøktina – alt frá virðing fyri teimum, ið eru farin, til trivnaðin hjá teimum, sum vitja kirkjugarðin. Kirkjugarðurin er ein mentanarlig minnislund og eitt samfelagsligt savn, ið eigur at verða hildin við líka og raðfestur. Við at tryggja, at hann verður væl umsitin, tryggja vit, at vit sum samfelag halda fast í okkara søguligu, estetisku og menniskjaligu virðum. Samstundis kunnu vit skapa vakrar lundir, líknandi teimum, sum fólk aðrastaðni longu vitja og leita sær frið í – eitt stað, har lív og deyði ganga hond í hond í einum friðsælum umhvørvi.

 

Sylvia Thomsen

Valevni Sjálvstýrisfloksins á Lista D

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður