Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er tíð at handla fyri okkara børn

SKRIVAÐ: Lonnie Bengtsen  |  20.10.2024 - 14:42 Politikkur Tíðindaskriv

Sum foreldur í Klaksvíkar kommunu, havi eg sæð, hvussu manglandi hølisviðurskifti í frítíðarskúlanum ávirka børn okkara. Hetta er ikki nøktandi, og tað er umráðandi at finna eina haldgóða loysn.

 

 

Neyðugt at seta gongd á byggistigini

Vit mugu beinavegin seta gongd á 2. og 3. byggistig av skúlanum, so frítíðarskúlin og frítíðarhúsið kunnu hýsa øllum okkara børnum. Við at fáa hesi byggistig framd, sleppa vit av við fyribilsloysnirnar og kunnu tryggja okkara børnum ein tryggan og støðugan karm.

Í fýra ár hava vit liva við fyribilsloysnum og “hovsaloysnum” fyri frítíðarskúlan. Hetta má steðga nú! Tá skúlin varð umbygdur, fingu vit lovað, at frítíðarskúlin skuldi verða partur av byggingini. Vit fingu at vita, at hetta skuldi taka umleið 1-2 ár, tí byggistig 2 skjótt skuldi í gongd. Ímeðan hava vit nýtt Garðalisu og Snjallubjallu til at hýsa børnum okkara, men hesar rúma bert 140 børnum. Komandi skúlaár byrja umleið 100 børn í 1. flokki og eru tað 40 børn fleiri. Hetta merkir, at vit ikki kunnu taka ímóti øllum børnum, tí hølini ikki rúma teimum.

 

Ítøkiligar ætlanir skulu til

Vit standa enn við fyribilsloysnum og ongari ítøkiligari ætlan fyri komandi skúlaár. Í 2020 segði Gunnvá við Keldu:

“Um vit megna at hava ein fult útbygdan skúla í 2023, hevur byggingin vart í 9 ár, sum eru øll árini eitt barn eigur innan skúlans gátt, og tað er ríkiliga leingi.”

Nú, fýra ár seinni, er einki broytt, og vit síggja onga loysn fyri framman. Frítíðarhúsið “Húsið” er eisini ov lítið til tørvin. Um frítíðarskúlin longu nú er ov lítil, verður støðan bara verri komandi ár. Tí er alneyðugt at seta gongd á byggistigini beinavegin.

 

Varandi loysnir

Vit mugu tryggja børnum okkara eina góða og trygga framtíð. Tíðin er komin at taka ábyrgd og seta neyðugu átøkini í verk. Vit mugu taka ábyrgd og handla nú!Sum foreldur og umboð fyri Lista D, ætli eg mær at arbeiða fyri at fáa hesi byggistig sett í verk.

Børn okkara hav uppiborið betri, og eg vil gera mítt ítarsta fyri at tryggja teimum ein tryggan og mennandi frítíðarskúla og frítíðarhús. Tíðin er komin at mun, og eg eri til reiðar at taka tørn!

 

Lonnie Bengtsen

Valevni Sjálvstýrins á Lista D

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður