Lýsing
Lýsing
Lýsing
Olaf í Garði við døtrum sínum Marit og Doris og fittu abbadótturini Rún í Garði Atladóttir uttanfyri heimið hjá Marit á Flatabø | Mynd: Jóhann Lützen

Eiðiskvinnur nógv effektivari at klippa seyði enn menn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2024 - 16:10 Mentan Tíðindi

Norðlýsið fekk orðið á Olaf í Garði í ”Kardemummubýnum” á Eiði, ið vóru húsini, sum vórðu knýtt at Loran-støðini á Eiði, sum nú er niðurløgd. Vit fingu hann at seta orð á hendan Kardamummebýin, Heystfagnaðin, bygdina Eiði og hvussu tíðirnar eru broyttar, frá tí at Olaf var barn

 

Heystfagnaðurin sett Eiði á heimskortið

– ”Heystfagnaðurin hevur øgiliga nógv at siga fyri Eiði. Hann er heilt fantastiskur; tá ið eg var ungur, so skipaðu eg og nakrir vinmenn, m.a. Anfinn Kruse, fyri seyðasýningum á Eiði, og triðja hvørt ár var fjallmannaveitsla. Tað varð gjørt fyri at fáa allar við. Seinni fann kommunan so uppá at gera hesar Heystfagnaðirnar – Jógvan í Skorini má nevnast sum ein av primus motor’unum at skipa fyri –, og teir hava bara vundið upp á seg síðani. Nú fær man nærum ikki parkerað á Eiði, so nógv fólk eru. Annars eru vanliga góð parkeringsviðurskifti.

Hetta hevur øgiliga nógv at siga, og tað er sera stuttligt at møta fólki aðrastaðni frá. Øll neyst og hvørt skýli verður brúkt til framsýningar av ull, tøving, hondarbeiði og seyð. Ikki minst er fagnaðurin góður fyri tey ungu; teir ungu dreingirnir standa og hyggja at eitt nú flettikappingini, og tað sæst væl á teimum, hvussu spentir teir eru.

 

Heystfagnaðurin er savnandi

Eitt, sum mær dámar øgiliga væl við Heystfagnaðinum í ár var, tá kirkjugongdin var mikukvøldið, og prestur hevði eina framúr góða prædiku. Kirkjan var fullsett av fólki, eisini úr Brøðrasamkomuni, og tey bjóðaðu til eina góða máltíð í Mizpa, og har var akkurát líka fult av fólki. Tað er tað stuttligasta og besta við øllum – her á Eiði taka vit øll í hondina á hvørjum øðrum, sama hvørji vit eru og hvaðani vit koma. Og tann, sum er glaðastur fyri tað, er Várharra.”, sigur Olaf í Garði.

 

Heystfagnaðurin dregur fólk aftur til Eiðis

Sum Olaf sigur, so eru nógvir gestir á fagnaðinum. Ljós er í øllum húsum, og tað er tað kanska ikki altíð. Onkur hava arvað hús, sum standa tóm fyri tað mesta, men á Heystfagnaðinum eru fólk í øllum húsum. Vit geva Olafi orðið aftur:

– ”Ja, tað er púra rætt. Ættarbandið dregur, og tað sær ein týðiliga. Bara fyri at nevna eitt dømi, so hevur Rólant í Skorini keypt eini hús her norðuri, á sama staði sum hann sleit sínar barnaskógvar. Tað er áhugavert at síggja, hvussu samansett fólkamongdin er. Tað sæst eisini, at hetta er okkara mentan. Ein dani vendi sær burtur, tá ein kúgv varð skotin, tí tað dámdi honum yvirhøvur ikki at síggja. Hjá teimum fer alt á slaktarí at verða dripið. Men her kunnu børn væl standa og hyggja at tí – tí tað er okkara mentan”, sigur Olaf, og so skal tað snúgva seg um Kardamummubýin:

– ”Eg minnist væl, tá fólk búðu í Loran-støðini, og har rann ein fittur smádrongur, sum æt Jóhann. Hann hevur eisini funnið sær heim aftur”, og blaðstjórin kann bara vátta, at tað er ein rørandi løta at standa í barndómsheiminum. Olaf sigur víðari:

 

Heystfagnaðurin vísur unga ættarliðnum gomlu bygdamentanina

– ”Tað er øgiliga gott fyri ungdómin við hesum Heystfagnaðinum, ikki minst mínar abbasynir. Hurðarnar fara upp á víðan vegg, og tað er ein veruligur stevnustemningur. Dóttir mín, Marit í Garði, bjóðar oman til føroyskan viðskera, spik, grind, turran fisk og mangt annað, á hvørjum ári og hevur gjørt tað í nøkur ár. Fólk koma alla staðni frá til hesa traditiónina. Síðani verður farið út til flettikappingar.

 

Nógv er broytt á Eiði

Bygdin Eiði er broytt ótrúliga nógv síðani eg sjálvur var barn. Tá høvdu vit mjólkineyt, og eg mjólkaði einaferð í tíðini ikki færri enn 6 kúm, áðrenn eg fór í skúla á morgni! Ongir traktorar vóru, men abbi hevði ross og ein hestavogn. Tað var heilt øðrvísi”, sigur Olaf.

At enda fáa vit Olaf at seta orð á seyðahald og munin á kvinnum og monnum:

– ”Nú hevur seyðurin tað nógv betri. Fyrr varð hann bundin niður, lyftur og meting varð gjørd av vektini. Í dag verður ongin seyður bundin niður – hann verður skotin, sum hann stendur. Djóravælferðin er batnað munandi, síðani eg var barn. Alt er annars vorðið nógv effektivari, og tað er kanska bara gott, at turkiløg eru ein farin tíð. Tað hevði sína sjarmu, men alt til sína tíð, og tað mesta, sum er broytt, er broytt til tað betra.

Tá tað kemur til at royta ella klippa seyðinum, so eru kvinnurnar nógv effektivari enn menninir. Kvinnur klára væl hetta við at práta og klippa seyðinum samstundis. Men um menn fyrst byrja at práta, so gloyma teir at klippa”, sigur Olaf í Garði skemtiliga at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður