Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takksom fyri ein so góðan dag!

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Sjúkrahús  |  23.10.2024 - 10:18 Myndarøð Tíðindi

Leygardagin høvdu vit garðdag og opið hús í gomlu læknahúsunum. Tiltakið var so væl vitjað og fólk vóru vælnøgd, og vit ikki minni! Heðin og Anita Askham frá Vakurt vóru í garðinum og løgdu lag á, vit fingu ruddað væl upp og snøggað um onkra gøtu.

 

Inni gingu gestirnir runt í ymsu rúmunum, ið nú eru liðugt uppbygd, hóast ikki liðugt innrættað. Húsini eru í trimum hæddum, á loftinum verða skrivstovur og fundarhølir. Á miðhæddini verða eisini skrivstovur, læknaskrivstova og móttøka.

Í kjallaranum verða fundarhølir. Hugnaligt var at hoyra prátið millum gestirnar. Summi fortaldu onkra søgu um, tá tey hava verið á vitjan har, antin sum sjúklingur ella gestur. Stuttligt at hoyra søgur frá tíðini, tá lív var í húsunum.

Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, greiddi frá søguni heilt frá byrjan og til nú. Tað var sera áhugavert at hoyra hana fortelja um teir læknar, ið hava búðleikast her. Nú minnast tey flestu nokk mest til Rajani, men onkur mintist eisini at hava verið á gátt hjá eitt nú Waagstein, Halvorsen og Stærmose.

Umleið 300 fólk vóru á gátt teir tríggjar tímarnar, tiltakið vardi. Vit eru sera takksom fyri góðu undirtøkuna og jaligu viðmerkingarnar, ið vit fingu við á vegnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará