Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.10.2024 - 15:46 Tíðindi Veðrið

Veðrið hetta vikuskiftið kann býtast í tvey. Í morgin lágtrýstveður og sunnudagin hátrýstveður.

Lágtrýstið er langt frá okkum, er á leiðini millum Ísland og Suðurgrønland – yvir Irmingarhavið. Hóast tað er langt vekk, so røkkur tað til okkara við suður- og vestanætt, og eisini brúgvalagið við regni sum fer at leggja seg yvir okkum í kvøld.

Lágtrýstið er farið langt norðurum seint fyrrapartin sunnudagin, og tá fer eitt hátrýst við lítlum vindi, gráum lofto og næstan ongum avfalli at leggja seg yvir okkara leiðir.  

Veðrið um vikuskiftið:

Nú seinnapartin er vindferðin undir 5 m/s av útsynningi. Í erva er smáskýggjað og tað er turt. Hitin liggur um 7-8 stig.

Ættin er í løtuni á veg niður ímóti suðuri, og um nakrar tímar fer vindurin at veksa upp í 5 til 10 m/s. Seint í kvøld veksur upp í 10 til 15 m/s, tað verður skýggjað, og tað fer at regna. Tað regnar alla nátt, skulu vit rokna við. Í morgin ári støkkur hann í útsynning, og vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s. Eftir tað er ælaveður.

Hitin í nátt fer niður í eini 6 stig.

Í morgin kunnu vit rokna við ælaveðri av útsynningi. Ikki so langt millum ælini fyrrapartin, men sum líður á seinnapartin verður smáskýggjað og langt millum ælini – ella turt. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s, men um kvøldið veksur upp í 8 til 13 m/s.

Hitin leygardagin 5 til 9 stig.

Sunnumorgunin eru enn 8 til 13 m/s av útsynningi, men tað fer at minka út á fyrrapartin, og seinnapartin og restina av degnum er bert eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin sunnudagin 4 til 8 stig.

 

Gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir í Sørvági sunnudagin
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Lýsing