Pallborðsfundur í Smæruni um eldraøkið
Eldradepilin, sum í áravís er útsettur, skal setast í gongd í komandi setuni. Ein depil við einum nýggjum, tíðarhóskandi røktarheimi, eldrabústøðum og heimatænastuni í nærumhvørvinum.
Hvat ætlar tú tær at arbeiða við innan eldrapolitik í framtíðini.
Kommunukanningin 2024 vísir, at borgarir í Klaksvíkar Kommunu ikki eru heilt væl nøgdir við eldraøkið. Í mun til nøgdsemi liggja vit sum nr. 13 av 22 spurdum kommunum. Hvannasund liggur sum nr. 17 og Viðareiði sum nr. 21.
Klaksvíkar Kommuna er kend fyri at gera góðar og stórar íløgur. T.d. hava vit fingið ein lekran, nýggjan skúla, sum bjóðar inn til innlæring og kreativitet hjá næmingunum og til tiltøk borgarunum til gagns. Barnagarðar, frítíðarskúlar, ítróttur, mentan og frítíðarlív hava fingið nógvar og góðar íløgur, og tað hava “asfalt og betong” økir sum vegir, bátahyljar og vinnulív eisini. Hesi økini hava seinastu árini verið høgt raðfest, tað er gott, men eg seti spurnartekin við, um raðfestingarnar hava verið rættar?
Hvat eyðkennir eina sterka kommunu? Er tað nokk at hava fínar bygningar og bestu útgerð til ítrótt og mentan? Nei, tað haldi eg ikki. Tað, sum eyðkennir eina sterka kommunu, er, í hvønn mun hon eisini tekur hond um teir borgarar, sum hava mest brúk fyri henni. Ein sterk kommuna er ein, sum lurtar eftir borgarunum. Ein sterk kommuna er ein kommuna, sum borgarin hevur álit á. Og her haltar eldraøkið aftaná. Smb. kommunukanningini 2024 eru borgarnir ikki nøgdir við eldraøkið, her er ikki álit á kommununi.
Hví? Eg skilji tað. Ætlaði eldradepilin er fleiri ferðir tikin av skrá aftur, tí onnur økir eru raðfest hægri. Hvønn týdning hevur tað fyri eldra borgaran? Eg vil geva eina mynd frá veruleikanum í Klaksvík í 2024:
Ímyndi tær, at tú – ella ein av tínum kæru - flytur inn á eitt ellis-/røktarheim. Tú fært eitt kamar á 9 kvm við pláss til eina røktarsong, eitt caféborð og 2 caféstólar. Her skalt tú liva títt lív restina av lívinum. Hesir 9 kvm eru rúmið, tú kanst hava eitt privatlív í. WC mást tú deila við 4 øðrum, og tú “mást bakka inn”, um tú vilt ganga útaftur. Gongustativi mást tú parkera uttanfyri. Somuleiðis við baðiverilsi, tað deilir tú við 4 øðrum. Um tú ert heppin, býrt tú á hæddini, sum hevur eitt gott baðiverilsi, har hurðin kann læsast. Ert tú minni heppin, situr tú millum kummuna og hondvaski, og ein hondbrúsa skolar tær – fyri opnari hurð, tí plássi er ov trongt. Opið er út á felags gongina, og 1 m úti er eitt brúsuforhang drigið fyri. Ofta havi eg hoyrt fólk gera hesar umstøður romantiskar og siga, “tað er so gott, tí tað er so heimligt og hugnaligt, tað er soleiðis, røktarheim skulu vera”. Eg spyrji bara: Kundi tú hugsa tær at bú soleiðis? Eg hugsi eisini, er hetta tað besta, vit hava at bjóða teimum gomlu borgarunum? Er hetta virðiligt og hóskandi í 2024?
Eg spyrji eisini: Hugsar nakar um hvørji rættindir og val, ið verða tikin frá fólkum, sum flyta á røktarheim? Tey kunnu ikki velja, hvørjum tey skulu búgva saman við. Tey kunnu ikki velja, hvat tey fáa at eta hvønn dag. Tey kunnu ikki velja, hvør ið skal hjálpa teimum dagliga. Tey kunnu ikki velja, hvussu teirra dagur skal skipast ella hvussu, hann skal brúkast, og eg kundi blivi við. Er hetta tað besta, vit hava at bjóða? Er tað eitt virðiligt ella virki gerandislív? Nei, tað er tað ikki!
Tað, sum eg vil arbeiða við viðv. eldraøkinum í framtíðini:
1. Eldradepilin, sum í áravís er útsettur, skal setast í gongd í komandi setuni. Ein depil við einum nýggjum, tíðarhóskandi røktarheimi, eldrabústøðum og heimatænastuni í nærumhvørvinum. Byggisamtyktin er broytt, so tað er uppá pláss. Í komandi setuni skal lendi útvegast, og projekteringin av eldradeplinum skal íverksetast, og eldradepilin skal hava 1. raðfesting av øllum, sum ætlandi skal byggjast í økinum. Tað er av alstórum týdningi at hetta verður gjørt nú, tí gomlu, smáu ellisheimini eru als ikki nøktandi og ikki trygg at nýta sum ellis-/røktarheim
2. Búfólk á røktarheimi skulu hava eitt virðiligt og virki gerandislív. Tvs góða, fakliga forsvarliga røkt og regluligar, mennandi aktivitetir, sum stimbra og viðlíkahalda likamligar førleikar. Endurvenjing til tey, sum hava tørv fyri tí, t.d. aftaná innleggjan, beinbrot o.a. Fólk, sum búgva á røktarheimi, eru framvegis borgarir í samfelagnum og í kommununi. Tey skulu ikki einans vera á lívi, tey skulu hava eitt virki lív hvønn dag. Tey eru skerd og missa valmøguleikar, tá tey flyta inn, og vit skulu tryggja teimum eitt meiningsfult lív
3. Nýhugsa eldraøkið – skipan, arbeiðsgongdir, samstarv millum deildir, so kommunan gevur heildartilboð, sum nøkta tørvin hjá borgarum og tørvin hjá avvarðandi fyri at føla seg trygg og hava álit á, at kommunan hevur tey røttu tilboðini, tá tey hava tørv á teimum, inkl. regluliga umlætting fyri borgarar bæði við og uttan demens. Góð dag- og kvøldtilboð til borgarar, við og uttan demens, og gott tilboð til eldri menn, sum ofta verða harðari raktir enn kvinnur, t.d. tá makin fellur frá ella flytir á røktarheim. Hetta fyri at fyribyrgja einsemi og sosialari isolatión. Vit skulu hava eina eldratrygd, eins og á barnaøkinum, tvs. at vit skipa loysnir, sum niðurlaga bíðilistan til røktarheimspláss. Hetta krevur, at vit tora at hugsa nýtt og at handla øðrvísi, enn vit plaga
4. Venjing, endurvenjing, meiningsfullir aktivitetir:
Allir borgarir í kommununi skulu hava somu atgongd til endurvenjing og viðlíkahaldandi venjing, óansæð hvar tey búgva, eisini á røktarheimum
5. Samstarv við avvarðandi: Samstarvsráð á røktarheimunum skulu skipast og setast í verk, tað er eitt lógarkrav
6. Tiltrekkja starvsfólk við fakligum førleikum: Eldraøkið er eitt spennandi øki í menning. Gerontologi er læran um aldring, og hetta er eitt serøki, sum krevur serliga fakliga vitan, inkl. vitan um psykiatriska sjúkrarøkt og socialsjúkrarøkt. Tí skulu vit gera alt, vit kunnu, fyri at draga faklærd starvsfólk inn á økið og fyri, at tey starvsfólkini, sum vit hava, fáa tilboð um skipaða menning av teirra fakligu førleikum. Eisini tí at eldraøkið skal liva upp til myndugleikakrøv um fakligar førleikar, m.a. krøv frá Landslæknanum
7. Skynsom fíggjarstýring: Allar raðfestingar hava ein prís. At raðfesta eldraøkið og seta handling aftanfyri orðini, kostar eisini pengar. Men pengar loysa ikki avbjóðingarnar einsamallir. Vit hava brúk fyri nýhugsan, nýggjum arbeiðsgongdum, meira tvørfakligum samstarvi, at vit fáa sum mest burturúr hvørjari krónu til borgararættaðar tænastur har úti, sum borgarin er.
Vit mugu tora at bróta upp av nýggjum og eisini tora at tosa um pengar og hvussu, vit best raðfesta neyðugu íløgurnar í fleiri ár framm, tí tað eru nokk av avbjóðingum: eldratalið veksur, ungdómstalið minkar, og frá 2026 fáa kommunurnar ongar eykainntøkur at fíggja eldraøkið við frá framskatting av pensiónum.
Verið eg vald inn í býráðið, so er hetta tað, eg vil arbeiða fyri innan eldrapolitikk í framtíðini. Takk fyri!
Mona Maria úr Fugloy
Valevni fyri Fólkaflokkin