Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spælipláss til øll børn  

SKRIVAÐ: Lonnie Bengtsen   |  29.10.2024 - 22:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit hava tørv á fleiri spælipláss í nærumhvørvinum, so øll børn og familjur hava lætta atgongd til spæliplássini. Eisini mugu vit hugsa um spælipláss fyri borgarar í koyristóli, so okkara býur verður meira inkluderandi og livandi. Klaksvík skal verða eitt stað, har øll føla seg vælkomin. 

  
Eitt av mínum hjartamálum, er eitt nútímans spælipláss til borgaran norðanfyri Jørundsgøtu.  
Í løtuni hava vit fýra spælipláss á eystaru síðu í Klaksvík. Kráargøtu, Jørundsgøtu, Blákolluni og undir Grashjalla. Blákollan er upptikin hvønn dag millum 7.30 - 17. Børnini, sum búgva á Stangavegnum, Skáltavegnum, Garðavegnum og Túvuvegi hava ongastaðni at fara í frítíðini. Um tey vilja á eitt spælipláss eina lítla løtu, mugu tey ein busstúr til tað nærmasta spæliplássið. 

Tí vil eg gera mítt fyri, at vit fáa eitt nýtt spælipláss norðanfyri Jørundsgøtu. Vit tosa ikki um tað allarstørsta, men okkurt, sum børnini kunnu fara til í einari stuttari gangifrástøðu, soleiðis at tey eru í “nabolagnum”. 
Spælipláss til koyristólsbrúkarar 

Men tað, sum vit veruliga hava brúk fyri er eitt splælipláss til okkara borgarar, sum sita í koyristóli. Vit hava ein miðbý sum stendur í ger og sum fer at blóma innan nøkur fá ár. Tað er upplagt at gera eitt spælipláss mitt í hjartanum. Vit hava longu skoytubreytina og riggar tað fantastiskt. Eitt stórt pluss fyri býarmyndina var, at vit høvdu eitt spælipláss har eisini.

Sum skilst, so hava vit fyri einum árið síðani fingið eina reiggju til koyristólsbrúkarar. Men hevur hon ligið á einum parkeringsøki, innpakka og óbrúkt. Lat okkum pakka hana út og seta hana upp sum skjótast.  

Sum sagt, allir vegir føra til Rom. Her koma nógv ferðandi til býin og Norðoyggjar sum heild. Lat okkum geva teimum eitt satt upplivisli beinavegin, tey traðka út úr bussinum. 
  
Lonnie Bengtsen 
Valevni – Listi D 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Lýsing