Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  31.10.2024 - 12:36 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ein so ómetaliga stóran týdning í okkara øki. Tað er so sera týdningarmiki at hava eitt vælvikandi sjúkrahús økinum. Tað er onki so gott og betryggjandi sum at hava hjálpina við hondina tá tað er brúk fyri henni.

 

Tað vóru framskygdar kreftir í eystur eysturoy og norðoyggjum sum undan 1898 tóku stig til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tey sóu veruliga tørvin á einum vælvirkandi sjúkrahúsi í økinum. SÍðani hava eisini verið stór tøk tikin, og viðhvørt kampir, til frama fyri at varðveita okkara góða sjúkrahús.

Vinnulívið og aðrar góðar kreftir síggja eisini týdningin av at okkara sjúkrahús er og verður útbygt og er vælfungerandi. Tað er tann nýggi skannarin eitt gott dømi um.

Og vit skulu halda á. Klaksvíkar Sjúkrahús skal verjarst, útbyggjast og mennast.

Norðoya Røktarheim eigur at verða flutt á annað pláss og í tí sambandi at verða nýtímansgjørt og útbygt. Bygningurin eigur so at verða lætin Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini avtalu sum gagnar báðum pørtum.

Tað arbeiða eini 170 fólk á Klaksvíkar Sjukrahúsi í dag. Tað sigur seg sjalvt at hetta sæst aftur í økinum sum ein útjavning frá miðstaðarøkinum. Vit eiga at fara eftir enn fleiri sergreinum soleiðis at vit fáa enn fleiri vitanarstørv í øki.

Tað gagnar okkum øllum.

 

Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland