Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið ei søguna doyggja - um varðveitslu av okkara arkitektoniska mentanararvi

SKRIVAÐ: Hermann Samuelsen  |  31.10.2024 - 20:00 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt av mínum størstu hjartamálum er, at Klaksvíkar kommuna raðfestir søgu og mentan nógv hægri enn í dag. Eg vil, at klaksvíkingar - nú og í framtíðini - kunnu verða ernir av eini býarmynd, har tað er pláss fyri okkara vinnuligari søgu og heimligari mentan. Tí er tað týdningarmikið, at man sær potentiali í søguligum bygningum og at borgarin fær fulla nyttu av teimum.

 

Tað krevur politiskan vilja at varðveita søguligar bygningarnar, ið eru í býnum. Alt ov ofta síggja vit, at bygningar við ríkari og drúgvari býarsøgu verða tiknir niður fyri „menning“. Framburður krevst, men at missa søguligar bygningar er í veruleikanum eitt stórt tap fyri býin – ikki framburður. Vit eiga at virðismeta okkara fortíð nógv hægri og lata hana liva saman við framburði í býarmyndini. Soleiðis byggja vit ein hugtakandi bý fyri okkum og fyri okkara eftirkomarar.

 

Í grundini snýr tað seg um at síggja møguleikar, heldur enn avbjóðingar. At hugsa øðrvísi og stórt. Ein varðveittur bygningur hevur túsund søgur at fortelja, og haraftuat gevur hann nærumhvørvinum ein serstakan dám, sum ein nýggjur bygningur ongan møguleika hevur at geva. Nógvir søguligir bygningar eru tíverri farnir fyri skeyti í Klaksvík. Eisini fyri stuttum. Møguliga er orsøkin, at teir ikki eru friðaðir og lættasta loysnin er altíð at ríva niður, heldur enn at umvæla. Mær vitandi kann ein bygningur verða friðaður, tá ið hann er 100 ár. Men bíðirøðin at koma á friðingarlistan er ofta long, og í summum førum verður listin als ikki fylgdur.  Eg fari at arbeiða fyri, at so nógvir søguligir bygningar sum gjørligt verða varðveittir í Klaksvík - bæði friðaðir og ikki friðaðir. Mær dámar serstakliga væl tankan um, at klaksvíkingar skulu kunnu njóta ymiskt númótans virksemi í søguligum bygningum. Úti á Reyni ber tað til, og tað ber sjálvandi eisini til í Klaksvík.

 


At umvæla eldri bygningar kann verða kostnaðarmikið. Fyri at eggja privatum eigarum at umvæla, heldur enn at at ríva niður, kundi ein „gularót“ verið, at tað varð gjørligt at fáa fíggjarligt ískoyti til arbeiðið. Eg haldi, at ein býur við ymiskum søguligum bygningum er ein áhugaverdur býur.  Bygningarnir fortelja eina søgu og harafturat skapa teir eina fjølbroytta og vakra býarmynd.

 


Verði eg valdur, so fari eg at arbeiða hart fyri, at søguligir bygningar ikki fara fyri skeyti. Eg vil, at klaksvíkingar - nú og í framtíðini - kunnu verða ernir av eini býarmynd, har tað er pláss fyri okkara søgu og mentan. Bæði vinnuligari søgu og heimligari mentan.

 


So góði veljari, ynskir tú, at søguligir bygningar skulu mynda býarmyndina í Klaksvík – nú og í framtíðini – so er tað mín áheitan, at tú velur ein, ið virðismetur søgu og mentan høgt.

 


Góði lesari, vel ein Hermann tann 12. november.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur