Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góðu veljarar !

SKRIVAÐ: Rasmus S. Jacobsen  |  03.11.2024 - 12:15 Politikkur Tíðindaskriv

Nøkur mál, sum eru neyðug at loysa.

 

 

Teknisk mál :

Hóast smáting á tekniska økinum, tykist tað at fylla ómetaliga nógv hjá borgarunum, so hví ikki loysa tað, sum ikki er so kostnaðarmikið.

  • Tað skal gerast lættari hjá  hjá rørslutarnaðum og teimum, sum ferðast í býnum við barnavognum og roulatori, tí má orka leggjast í, at fáa hesi viðurskifti í lagi og tað skal setast upphædd av á fíggjarætlanini, sum eru markaðir til at bøta munandi um hesi viðurskift
  • Gongugøturnar og trappur millum høvuðsvegir skulu altíð haldast viðlíka, tær síggja mangan ótespiligar út og lítið innbjóðandi at ganga á.
  • Vit mugu eggja borgarum at gera parkerings pláss á egnum grundøkum, har møguleiki er til tess.
  • At leggja meiri orku í at fáa skelting, ruskíløt,, beinkir og almenn vesir í allari kommununi.
  • Vetrarfriðingin í m.a Svínoy skal avgreiðast sum skjótast.

 

Kavarudding

  • Í samband við kavarudding eigur ein meiri og betri skipan at vera gjørd. Sum er, er tað ikki altíð so lætt hjá teimum,  sum hava kavaruddingina um hendi at grava har bilar standa í vegin. Ein møguleiki er at hav eitt borgara-app. Borgarin kann so fáa eini boð nær á leið teir koma at grava, so bilarnir, sum standa í vegin kunnu flytast. Appin kundi eisini verið brúkt til annað endamál, t.d. kunningum vegarbeiði, vatnarbeiði v.m.
  • Dentur  skal verða lagdur á, at arbeiði á tekniska økinum, skal gerast heilt liðugt, nógv av hesum er ikki kostnaðarmikið. Hetta er galdandi fyri Klaksvíkina og allar bygdir, sum eru saman í Klaksvíkar Kommunu.

 

Vinnulívið v.m.

  • Klaksvíkar Kommuna skal standa á odda, millum annað, í samstarv við Íverksetarahúsinum, at stimbra nýggjar vinnur og harvið skapa enn meiri virksemið í kommununi.       
  • At grundøkir vera gjørd  á høgligum støðum til smærri vinnugreinar.
  • At halda fram við at menna og skipa ferðavinnuna í samstarvi við Visit Norðoy.
  • Fiski -og alivinnan er tann stórsta lívsæðrin í Klaksvíkar Kommunu, tí eiga tey at fáa bestu karmar til sítt virksemið.
  • Norðhavnin skal útbyggjast og og marknaðarførast enn betur fyri m.a. at fáa fleiri ferðamannaskip til Klaksvíkar. Tað koma í rúgvuvís til Tórshavnar- og Runavíkar havn, men so at siga onki til Klaksvíkar Havn. Tað kennist løgi, at so er. Her skal leggjast í seðlarnar fyri at fáa gongd á, at fáa hetta loyst.

 

Eg vil leggja alla orku í at fremja hesi átrokandi mál. Tað hevði glett meg, um eg fekk tína atkvøðu 12 nov.

 

Gott val.

Rasmus S. Jacobsen á lista E            

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum