Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri ferðslumynstur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Hermann Samuelsen  |  08.11.2024 - 16:21 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrst og fremst eiga vit at skipa okkara høvuðsvegir betri, so at teir klára at svølgja nógva og tunga ferðslu. Hetta klára teir bert til eitt vist í dag.

 

 

Parkering framvið vegjaðaranum á høvuðsvegunum í Klaksvík er ein stórur trupulleiki. Parkeringin ger, at høvuðsvegirnir á fleiri strekkjum eru einsporaðir. Hetta er til sera stóran ampa fyri bilførarar í Klaksvík. Eg vil arbeiða fyri, at skilagóðar ferðsluloysnir verða raðfestar frammarliga, so at ferðslumynstri í Klaksvík verður nógv meira „flótandi“ og sostatt tryggari enn í dag.

Smærru vegirnir eru eisini undir stórum trýsti. Vit mugu verða ansin, at hesir vegir ikki gerast nýggir høvuðsvegir. Vit eiga at leggja upp til, at tung ferðsla hevur smidliga atgongd til høvuðsvegirnar, so at smærru vegirnir fyrst og fremst verða brúktir til vanliga bilaferðslu.

 

 

Á smærru kommunalu vegunum er parkering tíverri eisini ein trupulleiki. Tað hevði veri áhugavert at bjóða eina “gularót” til húsaeigarar, sum vilja gera sær parkeringspláss á egnum matrikli. Eg eri væl vitandi um, at í summum býlingum í Klaksvík er tað serstakliga trupult, at fara undir slíkt arbeiði. Húsini liggja langt niðanfyri ella langt omanfyri vegin. Á slíkum vegastrekkjum kundi ferðslan verið skipað sum einvegis, heldur enn tvívegis ferðsla. Hetta má tó altíð avmarkast til styttri vegastrekkir, tí tað skal ongantíð verða torført at ferðast í Klaksvík við bili - tað skal verða lætt og høgligt.

Latið okkum arbeiða fram ímóti at betra um ferðslumynstrið í Klaksvík við munagóðum átøkum og tillagingum.

Góði lesari, vel ein Hermann í býráðið tann 12. november.

Hermann Samuelsen, valevni fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl