Forn sigling
Í landnámsbygdini Hovi í Suðuroy hevur verið talan um at smíða víkingaskip. Vøkur smiðja at smíða seymin í er reist, og neyst í víkingaaldarsniði skal byggjast. Í neystinum er so ætlanin at smíða víkingaskip við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd
Í Eysturoy er eisini í umbúna at reisa ættfedrunum varða. Við ársbyrjan frættist, at víkingagarður skal grundast á Skipanesi við Skálafjørðin. Har sigst Tróndur í Gøtu, víkingahøvdingur, hava havt trivaligt flutningsfar (byrðing) standandi í neysti.
Gøtumenn hava frá gamlari tíð havt bátar standandi á Skipanesi, syðrugøtumenn norðanvert nesið, norðragøtumenn sunnanvert. Ein av hesum bátum – tíggjumannafarið Hvanngarðurin hjá syðrugøtumonnum – er til enn. Norðmenn ognaðu sær bátin, sum nærkast teimum 200 árunum, fyri mongum árum síðani.
Gokstadskipið
Gokstadskipið var smíðað um 890. Túsund ár seinni kom tað undan kavi aftur í Vestfold við Oslofjørðin. Hugskotið at endursmíða víkingafarið er ikki nýtt.
Forna farið er í høvuðsheitum smíðað úr eik. Borðumførini eru 16, og masturin við ráseglinum var um 13 m høg. Við stýriborðslær var trivaligt stýrið, og afturi í lyftingini stóð stýrismaðurin (skiparin) við stýrisvølinum í hendi.
Í útgrevstrinum vóru allar 32 árar funnar. 64 skjøldrar komu eisini í ljósmála. Tað kann benda á, at manningin hevur verið 64 í tali. Í so fall hava teir ivaleyst skifst um at rógva – helvtin (32) í senn.
Undir stokkinum er rimin, skjaldrarimin, at festa skjøldrarnar í. Ovasta borðið á báti okkara, rimin, er nevnd eftir hesi rimini. Granskarar halda ikki, at víkingar sigldu við skjøldrunum frammi, so sum myndir vanliga sýna. Einans í havn vóru skjøldrarnir uppi, hetta til pynt og ávísa tign.
Tríggir súðubygdir bátar lógu í farinum, tá ið tað var grivið út. Tann minsti verður hildin hava verið skipsbáturin, hinir partar av gravfænum.
Ferðin til Amerika
Í 1893 var heimsframsýning í Chicago í USA. Tá vóru 400 ár liðin, síðani Kristoffur Kolumbus fann Amerika. Norski skiparin, Magnus Andersen, læt í hesum sambandi Gokstadskipið endursmíða. Við nýggja farinum, Viking, legði hann vestur um havið breiða til Amerika.
Endamálið við ferðini var fyrst og fremst at siga amerikanarum og umheiminum øllum, at tað var ikki Kolumbus, men Leivur Hepni, ið var fyrsti evropeari at seta fótin á land í Amerika.
30. apríl 1893 var farið úr Bergen við 12 monnum umborð. Komnir til oynna Fair Isle millum Orknoyggja og Hetlands varð siglt stórsirkulsigling, soleiðis at Viking helt leiðina væl sunnan fyri Føroyar, men nær Nýfundlandi.
Teir fingu veruligt illveður eitt skifti, og tá ið Magnus Andersen segði frá siglingini um Atlantshav, læt hann avbera væl at, so liðiligt víkingaskipið var, og so væl tað bar seg í ringum sjógvi. Hann kundi bert ásanna, hvussu góðir skipasmiðir forfedrarnir vóru longu í víkingaøld.
Lítlan mánað eftir fráferð komu teir undir land í Nýfundlandi, og 17. juni varð komið til New York.
Blíðskapurin vildi ongan enda taka, nú fyrsta víkingaskip síðan víkingaøld vitjaði Amerika. Farið varð síðani eftir áum á amerikonsku vøtnini, og víkingaskipið vakti veruligan ans, tá ið tað 12. juli 1893 legði at í Chicago.