Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiðina framvið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.11.2024 - 13:42 Tíðindi Veðrið

Gott veður í dag, men illveður sunnudagin.

Gott veður í morgun og út á seinnapartin eisini. Ættin um norðan, men hevur hug at fara ímóti landnyrðingi. Vindferðin 3 til 8 m/s – lot til frískt lot. Sum sæst á myndini omanfyri, sum er tikin oman fyri Hvítanes og norðureftir á middegi í dag, so eru nakrir bøklar oman fyri oyggjarnar, meðan tað er klárt yvir firðum og sundum. So at siga einki avfall er komið niður í dag. Hitin liggur úr 1-2 stigum undir frostmarkinum og upp í eini 3-4 stig.

Í kvøld fer vindurin at minka niður um 5 m/s, og han fer at mala av ymsum ættum. Í aðrar mátar sama veður sum. Hitin í nátt fer kanska niður í minus 4 stig.  

So gott veður fáa vit ikki í morgin. Eitt sera djúpt lágtrýst er á veg ímóti okkum. Tað er enn nokkso langt burturi, men tað er á veg ímóti Skotlandi – sí myndina niðanfyri.

Lágtrýstið fer ikki bert at hava illveður við sær í Føroyum. Í Írlandi vænta tey sær eisini ringt veður – nógvan vind og nógv regn, eitt sindur minni av báðum enn í Føroyum. Írska veðurstovan hevur givið lágrýstinum navnið Bert.

Fylgissveinamynd klokkan 13 í dag. Bert sæst á myndini undir tí tjúkka hvíta og gráa skýlagnum.

Forsøgn fyri veðrið á middegi í morgin í einum vanligum isobarkorti. Roknað verður við, at trýstið miðjuni er lægst tá, 937 hPa. Hetta er næstan líka lágt sum tað lægsta sum nakrantíð er mált í Føroyum. Í januar 1993 vórðu mál 934 hPa.

Lágtrýstið Bert fer ikki at koma nógv nærri okkum, enn tað sum sæst á forsøgnini, sum er á myndini omanfyri. Men vit fara at leggja merki til tað. Fyrrapartin í morgin fer vindurin at veksa av landsynningi, upp í 8 til 13 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í eystan fer at veksa upp í 10 til 15 m/s, og seint leygarkvøldið ella sunnunáttina fer hann at veksa av landnyrðingi upp í 18 til 23 m/s, onkra løtu 25 m/s – og hetta er miðalvindurin, vit tosa um! Saman við vindinum skulu vit rokna við nógvum avfalli allan sunnudagin, byrjandi um náttina. Avfallið er eitt bland av regni og vátakava.  

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag
Politiið og gransking fáa høga raðfestin…
Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú form…
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nýggj kunngerð um avmarkandi tiltøk í sa…
Linga og Mallus endur­prentað
Eitt brak av upphiting í KÍ-høllini fríg…
Maðurin í Koltri