Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politiið og gransking fáa høga raðfesting á fíggjarlógini

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin á Fólkatingi  |  22.11.2024 - 09:00 Politikkur Tíðindaskriv

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 54 milliónir í samband við fíggjarlógina fyri 2025. Flestu pengarnir fara til føroyska politiið, Føroya Rætt, gransking og filmsgerð.

 

 

 

 

“Tað hevur verið týdningarmikið fyri meg, at peningurin, sum hesaferð er játtaður á donsku fíggjarlógini til føroysk viðurskiftir, verður til gagns fyri Føroyar og Ríkisfelagsskapin. Eg haldi, at tað hevur hepnast væl,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

 

Sambært semjuni, ið er gjørd við donsku stjórnina, eru 5 mió. kr settar av í eitt fýra ára skeið til at seta tvey fólk í starv hjá politinum. Talan er um eitt kunningarfólk og ein dátugreinara.

 

“Politiið í Føroyum hevur stóran tørv á fólki, ið hava serliga vitan, serliga tá talan er um cyberkriminalitet, og við hesi semjuni eru stig tikin til at raðfesta politiið hægri. Eg segði, tá fólkatingið bleiv sett í oktobur, at eg fór at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá politinum. Hetta er bert eitt stig á leiðini, og næsta stigið verður, tá langtíðarfíggingin av politinum skal avtalast í 2025”, sigur Anna Falkenberg.

 

Umframt at seta tvey starvsfólk, eru pengar eisini settir av til at umvæla hølið hjá politinum, har fútin heldur til, soleiðis at ein partur av húsinum kann brúkast til skrivstovur hjá politinum. Harafturat fær Føroya Rættur pengar til videoútgerð.

 

Bjargingarbáturin, Rescue Lív, fær góðar tvær milliónir á fíggjarlógini. Báturin er frá 1996 og hevur tørv á uppstigan fyri at báturin er framtíðartryggjaður eini 25 ár afturat. Verkætlanini tørvaði 1,9 mió. kr fyri at koma á mál, og hesir pengarnir verða nú játtaðir á donsku fíggjarlógini.

 

Játtanin til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki verður økt, samstundis sum fleiri pengar eru játtaðir til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi, ið leingi hevur verið ein raðfesting hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.


“Veðurlagskreppan er ein altjóða avbjóðing, sum skal loysast í felag! – men hetta er ein liður í føroysku tilgongdini at taka ábyrgd um okkara leiðir”, sigur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum.

 

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi og grønlendska flokkinum, IA, útvegað filmspuljuni, Norddok III, 30 mió. kr frá 2025 til 2027. Endamálið við Norddok er at stuðla heimildarfilmum, sum lýsa viðurskifti í Føroyum, Grønlandi ella í Danmark. 

 

Tær 54 mió. kr, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur um, eru býttar soleiðis:

 

-        3,0 mió. kr. yvir 3 ár til dátugreinara hjá Føroya Politi

-        2,0 mió. kr. yvir 4 ár til kunningarfólk hjá Føroya Politi

-        1,0 mió. kr. til umvæling av hølum hjá Føroya Politi

-        1,9 mió. kr. til Rescue Lív

-        400.000 kr. til videoútgerð til Føroya Rætt

-        30 mió.  kr. yvir 3 ár til Norddokk III

-        8,0 mió. kr. til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshavi

-        8,0 mió. kr. yvir 2 ár til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikki

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag
Politiið og gransking fáa høga raðfestin…
Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú form…
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nýggj kunngerð um avmarkandi tiltøk í sa…
Linga og Mallus endur­prentað
Eitt brak av upphiting í KÍ-høllini fríg…
Maðurin í Koltri
Jóla­skipið og Ársins Rósa
Pensjonistabólkur vitjaði borgar­stjóran
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg