Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til landsstreym
Sylvia Thomsen er einasti innvaldi politikari fyri Sjálvstýri yvirhøvur og tí spyrja vit um hon er klár at taka við forkvinnusessinum í flokkinum og eisini um hon ætlar at stilla upp til løgtingsval næstu ferð
Sylvia Thomsen, sum eftir øllum teknum í sól og mána verður komandi nevndarforkvinna í Havnarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, setir orð upp á tíðina frá valdegnum og til í dag. Eitt nú ætlar hon at leggja nógv fyri at fáa landsstreym til havnir í kommununi, so skipini ikki nýtast at hava larmandi motorarnar í gongd. Og um russiskar trolarar í Norðhavnini sigur hon, at teir eru vælkomnir; teir skulu bara ikki larma so illa.
– ”Tíðin frá valinum og til nú hevur verið góð, gevandi og í roynd og veru løtt. Tað hevur verið lætt at koma ásamt um nevndarsessirnar, og vit hava verið øgiliga samd um øll tey málini, ið vit hava felt niður í samgonguskjalið. Teir flestu av flokkunum eru farnir til val uppá, at fíggjarstøðan skal koma undir kontroll, og vit ynskja øll at hava fíggjarligt haldføri allan vegin ígjøgnum. Somuleiðis høvdu allir samgonguflokkarnir eitt ynski um at fáa skil uppá parkeringsviðurskiftini”, greiðir Sylvia frá.
– ”Vit eru eisini øll samd um, at vit skulu gera tey projektini liðug, sum eru byrjað í kommununi, og í staðin skulu vit bíða við at byrja upp á nýggj projekt. Fyrstu árini fara til at gjalda skuld og at gera ígongdverandi projekt liðug, men síðsta árið av setuni vænta vit at kunna seta spakan í til nýggja fimleikarhøll. Hvat viðvíkir 2. og 3. byggistigi av skúlanum, so síggi eg ikki fyri mær, at vit megna bæði upp á eina setu, men møguliga annað. Eg síggi fyri mær, at vit byrja upp á annað byggistig, áðrenn setan er av, meðan viðvíkjandi Eldradeplinum vóni eg, at vit hava planlagt og projekterað tað liðugt, so tað er klárt hjá komandi býráði at seta spakan í”, sigur Sylvia Thomsen.
Spurd um hetta ikki fer at leggja møguligar óynsktar bindingar á komandi kommunustýrið valskeiðið 2029-2032, svarar hon:
– ”Tað skuldi gjarna komið meira luft í, so hvørt tingini gerast liðug, og tá ber betur til at gera nýtt. Eg veit, at tað er eitt stórt ynski hjá okkum øllum at fáa býin penari og ruddiligari, og at fáa fortovini viðlíkahildin, so eg ivist ikki í, at vit fáa gjørt nógv, sum ikki kostar so nógv. Tá tað so kemur til tey 3 stóru projektini, sum mugu gerast, so síggja vit ikki reiðiliga fyri okkum, at tað ikki reiðiliga fer at vera rúm fyri at gera tey fyrrenn í fyrsta lagi í seinnu helvt av setuni”, sigur Sylvia.
Um hennara egna komandi øki, Klaksvíkar Havn, sigur hon avgjørd: – ”Landsstreymur er í øllum førum eitt, eg fari at leggja meg eftir at fáa. Eg var við til at stovna felagið Heimafrið, og eg havi luttikið á ráðstevnu í Skagen, har nógvir toppar innanvert maritimu vinnuna luttóku, sum allir hava valt at ganga eina grøna leið. Har havi eg so fingið nógvar kontaktir, sum eg ætli mær at seta meg í samband við, eitt nú fyri at finna alternativa fígging til hesi projektini. Umheimurin vil fegin, at vit fara hendan vegin, og í ES er man opin fyri at stuðla”, sigur komandi forkvinnan í Havnarnevndini.”
Um hesi prikini, sum hon javnan fær, til dømis um Klaksvíkar Havn nú fer at planta summardáar, sigur Sylvia, at hon tekur tey við einum stórum smíli:
– ”Mær dámar sera væl at skemta sjálv, so eg haldi tað bara vera stuttligt. Mær dámar eisini at gera grin við mær sjálvari, og eg kann nevna eitt nú myndina, sum Poul Eiden Müller hevur gjørt við vitlíki, hana fari at eg printa út og goyma væl.”
Síðani fer samrøðan inn á nakað munandi meira álvarsligt. Formaðurin í flokkinum hjá Sylviu Thomsen, Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, hevur nevniliga verið rættiliga kritiskur mótvegis fiskiveiðiavtaluni við Russland. Vit spyrja Sylviu brennandi spurningin, um hon fer at loyva russiskum trolarum at landa í Norðhavnini?
– ”Ja. Um tað stendur til mín, so ja. Teir skulu bara ikki larma so illa”, og so fer samrøðan beinanvegin inn á óljóð frá skipunum: – ”Tað er ikki so ógvisligt [inntriv], sum mong halda. Ein ljóðpottur kostar ikki tað stóra, og tað svarar í grundini bara til at bøta um útstoytið á einum bili. Vit hava longu lagt merki til stórar batar, síðani Heimafriður varð stovnaður”, sigur komandi havnarnevndarforkvinnan, sum avvísir at hava tær stóru innanfloks-ambitiónirnar longu nú, hóast hon í løtuni er einasta innvalda umboðið fyri Sjálvstýri yvirhøvur:
Forkvinna í Sjálvstýri? og hvat við løgtinginum?
– ”So langt [sum at gerast forkvinna í flokkinum, blðm.] havi eg slett ikki fantaserað um enn. Sámal Petur í Grund er formaður, og eg havi ikki hoyrt nakað prát um formansskifti. Kemur eitt tílíkt uppá tal, taka vit tað til ta tíð. Vit hava eisini fingið ein sterkan figur í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagi, ið er stjórin á Taks, Eyðun Mørkøre. Á komandi landsfundum fer tað helst at koma undan kavi, hvørja leið vit fara at ganga sum flokkur, men eg vil als ikki avvísa møguleikan fyri at taka av, um høvi býðst, og eiheldur avvísi eg at stilla upp til løgtingsval”, sigur Sylvia til seinast.