Filmurin Missir í Havnar Bio leygardagin
Nýggi íslendski filmurin, Missir, ið hevur altjóða heitið Epilogue, byggir á skaldsøgu, sum Guðbergur Bergsson (1932-2023) skrivaði í 2010.
Filmsfelagið sýnir Missir í Havnar Bio leygardagin 23. novembur kl 17:00, har leikarar og framleiðarar verða til staðar.
Atgongumerki fáast í Havnar Bio: Missir | Havnar Bio
Vit hitta aldrandi mannin, sum just hevur mist konuna. Hann tvíheldur um urnuna, og úr henni rør hann øskuna av konuni í heita krússið og drekkur, til hann sær hana fyri sær. Nú enduruppliva tey minnir úr lívinum, tey hava havt saman. Saman við skemtiliga grannanum, fylgja vit aldrandi einkjumanninum, ið leitar eftir nýggjari meining at verða til, meðan hann søkir sær troyst og ugga í teim løtum, hann og konan høvdu saman. Í hesi lívsleitan rakar hann við sjáldsamar persónar, so sum ein sjálvupptiknan doktara, ein smikursøtan mann, ið selur kistur, ein shamanistiskan yogalærara, duldarfullar nunnur, eina unga føroyska brúður, og ein lítlan hvítan hund, sum eitir Skuggi. Ferðin hjá gamla manninum er ein nemandi granskan í sorg, kærleika og menniskjansligum avbjóðingum.
Jón Hammer hevur verið framleiðsluleiðari fyri Truenorth Faroe Islands, tá umræður føroyska partin í filminum.
Leikarar eru Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrun S. Gísladóttir. Leikstjóri er Ari Alexander Ergis Magnússon, og framleiðarar eru Oscartilnevndi Fríðrik Þór Fríðriksson og Guðun Edda Þórhannesdóttir.
Íslendski filmurin Missir verður sýndur í upprunaversión, men við enskum undirteksti og heitinum Epilogue.