Lýsing
Lýsing
Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í dag kl. 12:30
Í dag (týsdag 19. november) kl. 12:30 hevur Hjálmar Hátún framløgu við heitinum Havumhvørvið í Norðuratlantshavi.
Tvinnir spurningar verða umrøddir:
1) Fer Golfstreymurin, ella Havsins Kalda Hjarta, at vikna?
2) Ávirkan av subpolara meldrinum á havumhvørvi og vistskipanir.
Tá granskingarstovnar fáa vitjan av granskarum uttanífrá, verður ofta skipað fyri seminari, sum er breið framløga fyri øll á stovninum, og tað er í hesum høpi at Hjálmar heldur henda fyrilestur.
Hjálmar Hátún er havfrøðingur og arbeiðir á Havstovuni.
Seinastu tíðindini