Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókahugni og smábarnacafe á bókasavninum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.11.2024 - 14:59 Mentan Tíðindi

Hesa vikuna vera tvey tiltøk á Klaksvíkar bókasavni.  Týsdagin 19. november kl. 10.30 verður bókahugni har øll eru vælkomin á bókasavnið at hoyra eina stuttsøgu, aftaná fáa vit kaffi og práta um bøkur. Um tit hava lisið onkra góða bók, kunnu vit práta um tað og geva hvørjum øðrum góð lesiráð. Bókavørðarnir vera eisini við og vísa á nýggjar og vælumtóktar bøkur.

 

Fríggjadagin 22. november kl. 14.00 verður hugni fyri smábarnaforeldur við børnum á nýggja barnabókasavninum. Ingun Vágsheyg Niclasen, taliráðgevi hjá Sernám, verður við og fer at tosa um, hvussu málið mennist fyrstu tíðina og hvussu foreldur kunnu stimbra málmenningina.

Bókasavnið vónar, at fólk í Klaksvík taka væl ímóti hesum nýggju tiltøkunum, tí so er ætlanini at halda fram við teimum í komandi ári.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Noy, Elsubeth!
Her sæst samgonguskjalið
Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu…
Lat okkum hugsa út um boksina
Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum
Ruth Vang má vakna - fráflytingin er byr…
Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonis…
Hoyringssvar frá FHF um hækking av pensj…
Bókahugni og smábarnacafe á bókasavninum
Glóðheitu RSP á OY Voxbotn 
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin
Tøkk - Fríðborg Klein Jacobsen
Fyrstu vínbøndur í Føroyum
Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á…
Nøkur hagtøl frá valúrsliti­num í Klaksví…
Lea og Líggjas úr Ægir eru ársins svimja…
Høgni vann í kvikdrama
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Bókaframløga í Varpinum