Glóðheitu RSP á OY Voxbotn
Eitt tað størsta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni er RSP. Sama hvar teir spæla, so trokast áhoyrarar frammanfyri pallin. Alt teir nerta við verður til hitt, og allar konsertirnar teir spæla gerast til risa ball.
Tú kennir løgini. Tú dugir tekstirnar. Tú elskar at syngja við um at “leggja lortið niður”. Tí eru vit so fegin um at kunna kunngerða, at RSP fara at framføra á OY Voxbotn 28. juni. Bólkurin kann sum fáur fáa lív í eina fjøld, og við teirra frekka og sjarmerandi útrykkið, eru teir sannir favorittar hjá føroyska konsertgangaranum.
Tað var ein sannførandi maktdemonstratión, tá bólkurin varð flogin til Berlin at hita føroysku hondbóltsáskoðararnar upp áðrenn dyst. Við pumpandi tónleikinum settu teir ferð á Berlin. Tá var garrvilt lív í, og tað sást aftur í høllini, tá stuðulin skuldi veitast hondbóltsmonnunum.
Og tað er júst hesin eginleikin, sum ger RSP til perfekta bólkin at spæla á OY Voxbotn. Vit skulu roknað við einari sera lívligari konsert, har vit øll liva okkum inn í teirra stuttliga univers, og vit skrála við teimum ónærisligu tekstunum.
OY Voxbotn verður risastórt í ár, helst tað størsta nakrantíð. Í fjør settu tit met, og tað sær út til, at metið verður tikið aftur í ár.
Keyp tí atgongumerki sum skjótast í Effo kring landið, SMS og á ebillet.fo fyri kr. 795,- umframt avgreiðslugjøld.
OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.