Her sæst samgonguskjalið
Vit hava fingið eitt eintak av samgonguskjalinum hjá nýggja býráðsmeirilutanum
Samgonguskjalið ljóðar soleiðis:
Trivnaður, framskygni og skynsemi
Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri fara í felag undir eina visjón fyri Klaksvíkar kommunu, har framskygni, skynsemi og burðardygg nýtsla av tilfeingi mynda grundarlagið. Avbjóðingar í samtíðini skulu gerast til framtíðar møguleikar, og kommunan skal skipast við javnvág millum trivnað og fíggjarligt haldføri.
Lendið í kommununi skal menna karmarnar fyri eitt fjølbroytt samfelag, har bústaðar-, vinnu- og upplivingarøkini stuðla eini vælskipaðari heild. Samgongan ynskir at menna tryggar ferðslumøguleikar og eitt betri infrakervi, ið styrkir sambandið millum økini í Klaksvíkar kommunu. Afturat hesum skal Klaksvíkar havn gerast ein týðandi miðdepil fyri bæði lokalar og altjóða møguleikar. Mentanarlívið skal sameina søgu og framtíð til frama fyri trivnað og felagsskap.
Samgongan vil leggja verkætlanir í ein nú- og framtíðar íløgukarm, ið styrkir bæði samtíð og framtíð – sum eldradepil, nýggja fimleikahøll og útbygging av Skúlatrøð. Við hesum verður arbeitt fyri eina burðardyggari kommunu, har trivnaður, framskygni og ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur ganga hond í hond