Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonisma

SKRIVAÐ: Magni Skaale  |  18.11.2024 - 15:58 Tíðindaskriv

Havi eg rætt í bara einum parti av hesum, so er hetta so álvarsamt, at løgtingið má fáa greitt at vita, hvørjir vandarnir kunnu vera við hesum uppskotinum

 

Nú hevur Ruth Vang gjørt av, at øll uttanfyri landoddarnar skulu heim til verri løn, verri trygd og verri pensjón í mun til núverandi løn, trygd og eftirløn

Orsøkin sigst vera, at hon hevur megnað at fáa eitt risaundirskot í bestu tíðum.

So nú skal alt setast inn, eisini lógarbrot, fyri at fáa hetta at bera til. Fyrsta lógarbrotið er, at hon loyvir Bakkafrost at sigla undir FAS skipanini við skipum, sum sigla av Gulanum inn á Skálafjørðin. Tað er brot á Løgtingslóg nr 78 frá 10 mars 1992 um føroysku altjóða skipaskránna. § 4. 3) Skip, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, mugu ikki flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir”. Hetta lógarbrot merkir, at Bakkafrost fær allan skattin aftur frá skipara og manning, og landskassin missir hesar skattainntøkurnar

At fara eftir handverkarum, fyri at geva stórkapitalinum ólógligar sersømdir er ikki dámligt, men væl er telvað, tá til ber at fáa flokkarnar báðar, sum hava arbeiðaraflokkur og flokkur verka-og fiskimanna í teirra skildri, at ganga við til slíkt óreglusemi

Síðani er sannlíkt, at hon brýtur stýrisskipanarlógina § 52. “Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.”

Ruth hevur ikki havt málið í uttanlandsnevndini, sum hon skal smb § 54. “Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.”

At broyta eina avtalu, kann avgjørt hava stóran týdning, og tí er ivasamt um hon hevur havt loyvi at gera hetta, uttan at boða uttanlandsnevndini frá, og uttan at fara í løgtingið við málinum.

Norsk reiðarí eri ikki serliga fegin um hesa sanksjón móti norska flotanum, og longu nú eru røddir frammi í Norra at banna føroyskum skipum undir FAS at sigla á norskari havleið, tí hetta kann roknast sum sosial dumping. FAS skal (tíbetur) ikki nertast, so føroysku manningarnar á FAS skipum fara at sigla fyri betri nettoløn enn føroysku starvsfelagarnir á norsku skipunum.

Um álvara verður gjørt av hesum frá norskari síðu, so er tað so mikið álvarsamt, at uttanlandsnevnd løgtingsins má siga, um hon metir tað vera í lagi at taka tann kjansin. Minnist til, at talan er um omanfyri 20 skip, sum ikki sleppa at arbeiða í Norra framyvir. Ein marknaður, sum er teirra størsta, og í fleiri førum, einasta inntøka í dag.

 

Norðurlendska skattaavtalan og møguligt brot á hana

Síðani koma vit til Grein 27 í norðurlendsku skattaavtaluni um bann fyri mannamuni

«Ríkisborgarar í einum sáttmálabundnum ríki skulu ikki í einum øðrum sáttmálabundnum ríki koma undir nakra skatting ella nøkur skattkend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey skattakendu krøv, sum ríkisborgarar í seinna nevnda ríkinum við somu umstøðum serstakliga hvat viðvíkur bústaði eru ella koma undir»

Skatturin undir FAS er 35%, umframt sosial gjøld, og 13% í eftirløn omaná lønina, men Ruth krevur at føroyingar, sum sigla í einum øðrum sáttmálalandi, skulu gjalda um 35%, øll gjøld íroknað, sosialu gjøldini, sum eru 8,2%, skulu ikki trekkjast frá, og so skal skattur rindast av restini. Tað merkir góð 16% aftrat. Og tað ger, at føroyska manningin á norsku skipunum missir sína eftirløn. Hetta er beinleiðis sanksjón móti einum sáttmálalandi, Norra, og mest sannlíkt eisini brot á stýrisskipanina § 55. Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um
a) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond

Og vit kunnu skjótt staðfesta, tað er mannamunur, at manningin undir FAS skal rinda 35% pluss sosial gjøld og 13% í eftirløn, meðan manningar undir øðrum skipanum skulu gjalda 35% minus 8,2% og so plussa góð 16% aftrat, umframt at eftirlønin verður mist..

So Ruth velur bevíst at at fara eftir, og sanksjonera norsk skip, og tað er ikki í tráð við andan í norðurlendsku skattaavtaluni, og tískil mest sannlíkt eisini brot á stýrisskipanarlógina §55.

Haraftrat er ivasamt, um hon ikki við kunngerð hin 04 sept brýtur stýrisskipanarlógina §41, tá hon í kunngerð strikar § 1 Grein 25, stk 2, litra c. Tí grein 41 í stýrisskipanarlógini sigur: § 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Havi eg rætt í bara einum parti av hesum, so er hetta so álvarsamt, at løgtingið má fáa greitt at vita, hvørjir vandarnir kunnu vera við hesum uppskotinum

 

Magni Skaale

Form í Antares

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Noy, Elsubeth!
Her sæst samgonguskjalið
Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu…
Lat okkum hugsa út um boksina
Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum
Ruth Vang má vakna - fráflytingin er byr…
Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonis…
Hoyringssvar frá FHF um hækking av pensj…
Bókahugni og smábarnacafe á bókasavninum
Glóðheitu RSP á OY Voxbotn 
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin
Tøkk - Fríðborg Klein Jacobsen
Fyrstu vínbøndur í Føroyum
Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á…
Nøkur hagtøl frá valúrsliti­num í Klaksví…
Lea og Líggjas úr Ægir eru ársins svimja…
Høgni vann í kvikdrama
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Bókaframløga í Varpinum