Hoyringssvar frá FHF um hækking av pensjónsaldri
Føroya Handverkarafelag er ímóti hesi ætlaðu hækking av pensjónsaldrinum, tí hetta er eitt uppskot við sosialari slagsíðu
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) til hoyringar.
Í hesum sambandi skal Føroya Handverkarafelag gera vart við, at vit mæla frá, at pensjónsaldurin hækkar hjá í øllum førum handverkarum, grundað á teirra langa skeið á arbeiðsmarknaðinum, har flestu fara beinleiðis úr skúla og í læru.
Vit eiga, at minnast til, at væntaði økti livialdurin hjá pensjónistum er eitt miðaltal, og at hesin miðallivialdurin kemur ikki øllum samfelagsbólkum líka til góðar.
Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið verður sagt, at ”føroyski búskapurin er ikki haldførur, og avbjóðingin er, at tað ikki er javnvág millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar í framtíðini. Neyðugt er við munagóðum inntrivum, fyri at bøta um vantandi haldførið, og eitt av hesum inntrivum er at hækka pensjónsaldurin. Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum.”
Mett verður eisini, at økta livitíðin fer at verða brúkt til fleiri ár á arbeiðsmarknaðinum.
Til hetta er at siga, at hetta eru metingar, og eingin kann við vissu siga, hvussu framtíðin fer at hátta seg. Eisini halda vit, at hetta er eitt mál millum arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran at meta, um viðkomandi er førur fyri at arbeiða longri.
Handverkarar og onnur við tungum arbeiði verða ofta meira kropsliga slitin enn tey, ið hava lættari kropsligt arbeiði. Tey eru eisini fleiri ár á arbeiðsmarknaðinum enn fólk, sum hava longri útbúgvingar.
Handverkarar arbeiða ofta úti í vánaveðri, teir arbeiða ofta við tungum amboðum, og vandi er fyri arbeiðsskaðum og sliti. Hetta ger, at tað kann gerast truplari hjá teimum at røkja sítt starv sum eldri.
Hækkar pensiónsaldurin, merkir tað, at fleiri verða noydd at halda fram at arbeiða, hóast tey ikki orka, og at eftirlønarárini ikki bara verða færri, men eisini heilsuliga truplari, og at hesin bólkur tí ikki av røttum fer at kunna njóta pensjónina. Hettar vil viðføra fleiri arbeiðsskaðar, sjúkradagar, og tað verður tyngri fyri heilsuverkið, um hesin bólkur ikki kann sleppa frá við 67,5 ára aldur.
Við nýggja uppskotinum hækkar pensjónsaldurin skjótari, enn upprunaliga ætlað og verður longu í 2042 70 ár. Hesin hækkaði pensjónsaldurin kemst av, at landið helst skal kunna gera aðrar og dýrar almennar íløgur. Men eingin trygd er fyri, at hækkaði pensjónsaldurin fer at verða brúktur til átroðkandi batar á t.d. eldra- og heilsuøkinum, og hetta kunnu vit tí ikki góðtaka.
Tað er eisini vert at geva gætur, at bæði tíðin við útgjaldi úr AMEG og rætturin til fyritíðarpensjónin verða skerd við hesum uppskotinum, og tað eru vit ikki fyri.
Øll á arbeiðsmarknaðinum eru áløgd at spara upp til eftirløn, sum fer at gera, at tað almenna sum frá líður sleppur av við ein alt størri part av útreiðslunum til fólkapensjón. Hetta er ikki tikið við í avgerðini at hækka pensjónsaldurin.
Tað mugu finnast aðrir mátar at betra haldførið enn so at siga bara at fara eftir pensjónistunum.
Føroya Handverkarafelag er ímóti hesi ætlaðu hækking av pensjónsaldrinum, tí hetta er eitt uppskot við sosialari slagsíðu.
- Fuglafjarðar Handverkarafelag
- Føroya Flogteknikarafelag
- Klaksvíkar Handverkarafelag
- Nes Sóknar Handverkarafelag
- Norðstreymoyar Handverkarafelag
- Vága Handverkarafelag
- Vestmanna Handverkarafelag