Lýsing
Lýsing
Lýsing

Noy, Elsebeth!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  19.11.2024 - 05:50 Politikkur Tíðindaskriv

Nú er Elsebeth Mercedes farin at taka synd í útoyggjunum og skýtur í ramasta álvara upp at fara at bora metroir út til útoyggjarnar. Hon er bangin fyri, at tær fara at doyggja út. Samstundis er hon við í einari politiskari semju á tingi um at leggja Skúvoynna burturúr í sambandi við fleirfaldu milliardaætlan um suðuroyartunnil, sum fer framvið, einans 200 metrar frá lendingini í oynni

Annars takk fyri at tú hugsar um og nevnir útoyggjarnar, tað er so altíð nakað. Hóast alt meir enn teir flestu gera. Men noy, einki er hetta at hugsa út úr boksini. Hetta er at kasta grót í maskinaríið við tí fylgju, at alt steðgar upp, og at einki hendir. Politiska skipanin er slett ikki búgvin til at hugsa nakað sum helst uppbyggjandi fyri útoyggjarnar. Eg tori at siga, at tá tit ikki ferðast har dagliga, so vita tit ikki hvat ið tit tosa um. Tí mugu tit spyrja okkum fyrst, áðrenn tit kasta fleiri flosklar upp í luftina.

Tað er í allar mátar ófyrigeviligt at Skúvoyggin verður soleiðis viðfarin. Politiska skipanini átti at skammast. Argumentini halda heldur ikki vatn, serliga í sambandi við trygd. Nógv tos um trygdarrúm, tí at tunnilin gerst so og so langur. Men bleiv eitt op upp í Skúgvi, hálverast avstandirnir til nærmasta op, og tá er hvør partuin ikki stórt longri enn núverandi Sandoyartunnil. Tað mátti alt annað líka verið ein kempu fyrimunur.

Tá Skúvoy ikki kann fáa ein teym upp, tá útgerðin nú álíkavæl skavast framvið, eru útlitini hjá okkum á øðrum útoyggjum óalmynduliga vánalig at fáa nakað sum helst av metro, í nærmastu framtíð.

Vit hava havt uppskot um streingir millum oyggjarnar, men hetta vinnur heldur ikki frama millum fólk og slett ikki í politisku skipanini. Streingir eru at líkna við metro, sum er avhengig av skinnarum. Í okkara landskapi er vert at hanga vognarnar í luftina, heldur enn at grava teir í jørðina. Tað er í hvørtfall hópin bíligari. Men hatta vinnur, sum sagt, heldur ikki frama, so gloym tað!

Lat okkum halda okkum til tað kenda og taka útoyggjarnar í nógv størri álvara. Í okkara føri hava vit júkað upp í saman um at fáa ein tunnil yvir til Havnar. Hagani frá og inn á Toftir ella inn í Trongan, eru bert 10-20 minuttir at sigla og altíð siglandi. Tunnilin er 1700 metrar. Dalstunnilin til samanberingar er 2300 metrar. Um grótið bleiv brúkt skynsamt út úr Kleivini ella har á leið, soleiðis at rákið bleiv skotið frá landi, kunnu framleiðast 12-15 tús. tons av laksi har, ella meir.

Bara skattir og tøkugjøld av tí betaltu íløguna aftur eftir stuttari løtu.

Frímund Hansen
Limur í staðbundnu nevndini fyri Svínoy í Klaksvíkar Kommunu.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Noy, Elsebeth!
Her sæst samgonguskjalið
Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu…
Lat okkum hugsa út um boksina
Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum
Ruth Vang má vakna - fráflytingin er byr…
Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonis…
Hoyringssvar frá FHF um hækking av pensj…
Bókahugni og smábarnacafe á bókasavninum
Glóðheitu RSP á OY Voxbotn 
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin
Tøkk - Fríðborg Klein Jacobsen
Fyrstu vínbøndur í Føroyum
Mjølnir tók fyrstaplássið eftir sigur á…
Nøkur hagtøl frá valúrsliti­num í Klaksví…
Lea og Líggjas úr Ægir eru ársins svimja…
Høgni vann í kvikdrama
Leggja samgonguskjalið fram í Varpinum
Bókaframløga í Varpinum