Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í søguna
Tíðin síðani býráðsvalið 12. november hevur verið ein góð tíð, sigur Annika S. Biskopstø, ið verður næsti varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, við Norðlýsið, ið hevur biðið hana seta orð á tíðina kring kommunuvalið og fram til í dag. Eisini umrøður hon málsøkið Børn og ung, har hon eftir øllum at døma fær nevndarforkvinnusessin.
– ”Tað var rættiliga hektiskt bæði í valstríðnum og sjálvan valdagin. Men beinanvegin valkvøldið, tá úrslitið fyrilá, og vit sóu hvør var innvald/ur, komu vit í ein góðan dialog. Kemiin var har beinanvegin, og vit kundu hyggja hvønn annan í eyguni og hava álit á hvørjum øðrum, hóast tað sjálvandi hevur verið krevjandi arbeiði. Býtið av sessunum gekk væl; vit hava býtt tað rættiliga demokratiskt ímillum okkum. Eg haldi ikki, at nakar følir seg vera fyri vanbýti, hóast vit eru 4 ymiskir flokkar”, sigur Annika.
– ”Sjálv havi eg fingið ein forkvinnusess og varaborgarstjórapostin, og forkvinnusessurin er í nevndini fyri Børn og ung. Tað fer at gera, at eg má umskipa onkrar av mínum politisku ambitiónum – higartil hevur tað snýr seg nógv um býarrúmið, innrætting, mentan, varðveiting av bygningum og umhvørvi – men børn og ung liggja mær á hjarta, og eg havi eina útbúgving innanfyri sálarfrøði og arbeiði á miðnámsskúla”, leggur hon afturat.
– ”Tað sum eg serliga fari at arbeiða við er útbygging av matarskipanini, sum kanska er mítt politiska hjartabarn, men eg fari eisini at arbeiða við dagstovaøkinum, útiøkjum og frítíðarøkjum. Hvat matarskipanini viðvíkir, so er ætlanin at útbyggja tilboðið, sum nú er um ábit, ið er komið í staðin fyri ”lítla matpakka”, til eisini at skifta allan matpakkan út. Vit hava gjørt eina stigaskipan, har ætlanin er at taka matpakkan burtur fyrst 2 dagar um vikuna, síðani 3 dagar um vikuna, og at enda skal matpakki ikki vera neyðugur í heila tikið. Tað fer at taka nøkur ár, men ætlanin er at arbeiða fram ímóti tí”, sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø.
– ”Endamálið við tí er, at børnini fáa eitt heilsugott ábit, og at felagsskapur er kring máltíðina. Børnini fara at kunna tosa um matin, rokna uppá matin og fáa eitt orku-”boost”. Man hevur sæð, at matpakkarnir hava verið eitt sindur óinteressantir og ymiskir, og tað ætla vit at rætta. Eitt nú við stuttfluttum vørum, kanska at taka bøndur við, og eg vænti, at tað fer at vera ein ”win-win”-støða til endans”, heldur Annika fram.
– ”Ætlanin er í sambandi við 2. og 3. útbyggingarstig av skúlanum, at skúlin fær ein rættiligan industrikøk og møguliga eina kantinu. Vit hava kannað málið, og tað hevur víst seg, at nógv foreldur eru til reiðar at gjalda eitt ávíst gjald, sum ikki skal vera so høgt. Vit hava eisini kannað tann partin, og niðurstøðan er, at maturin nýtist ikki at vera so dýrur. Tað verður skipað soleiðis, at tað verður skift ímillum heilsugóðan kaldan mat og so heitan mat onkrar dagar”, rundar komandi nevndarforkvinnan í Børn og ung matarskipanina av við at siga. Um onnur mál sigur hon:
– ”Innanfyri økið Børn og ung skulu vit eisini hava fyribyrgjandi átøk og raðfesta sálarheilsuna hjá børnunum. Vit skulu varðveita skúlasálarfrøðingin, sum kommunan skal fíggja 100%, um landið ikki verður við, eins og vit hækka barnafrádráttin og hava skáar í dagstovnagjaldinum. Vit skulu í øllum førum vera opin fyri hesum viðurskiftunum, rundar Annika S. Biskopstø málsøkið Børn og ung av við, áðrenn hon heldur fram:
– ”Eitt, sum eg haldi vera ordiliga týdningarmikið, er at skipa fyri tryggleika í býarrúminum. Býurin skal vera vakur á at líta og ruddiligur. Har skal altíð vera ein bonkur í eygsjón, og fólk skulu hava hug at brúka býin og koma hvørjum øðrum við. Vit skulu fríðka og planta meiri, ikki minst tí tað er gott fyri sálarheilsuna. Tey smáu tingini hava týdning. Vit skulu eisini vera umhvørvisliga skynsom og taka umhvørvislig atlit”, sigur Annika, og leggur afturat:
– ”Hóast børn og ung verða ”mítt” mál og koma at fylla mest, so havi eg meira upp á hjarta. Her hugsi eg um eldri og eldrabústaðir, venjingarmøguleikar til eldri, og at eldri fólk skulu síggjast sum tilfeingi. Sjálvan Eldradepilin fari eg ikki at hava so nógv at gera við, men vit ætla øll at arbeiða framímóti bæði honum og at fáa góðar eldrabústaðir. Tað fer vónandi at leysgeva nakrar av verandi bústøðum, og so fara vit eisini at arbeiða við meira fjølbroyttari bústøðum. Tað er umráðandi, at tað skal bera til at búgva og húsast á ymiskar hættir, og í tí sambandinum fara vit at royna at fáa fólk at búgva tættari og at byggja hægri”, sigur Annika S. Biskopstø at enda.