Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl H. Johansen, borgarstjóri | Mynd: Oliver Joensen

Býráðssamgongan samd um raðfestingarnar 2025-2028

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2024 - 16:54 Politikkur Tíðindi

Samgonguskjalið – ella semjuskjalið – millum flokkarnar, sum mynda ein meiriluta í Klaksvíkar Býráði, er nú lagt fram fyri almenninginum. Norðlýsið var til staðar og fekk orðið á undirskrivandi kommunupolitikararnar. Karl Johansen, sum uttan iva verður afturvaldur sum borgarstjóri, sigur, at fimleikarhøll og eldradepil verða raðfest nú, og komast skal eisini runt til útjaðaran í kommununi í hesi setuni

 

 

Borgarstjórin, Karl Johansen, greiðir frá gongdini frá valinum og fram til samgonguskjalið soleiðis: ”Vit hava havt tað øgiliga gott saman. Vit funnu beinanvegin saman, tá vit dugdu at síggja, hvønn veg tað bar, og vit gjørdu avtalu um, at so skjótt sum úrslitini blivu almenn, skuldu vit seta okkum saman og taka eitt prát, og tað gjørdu vit so saman við øðrum valevnum. Síðani fóru innvaldu valevnini sjálvi og settu seg niður, og tey blivu samd um, at vit skuldu royna hesa samansetingina”, sigur borgarstjórin. Hann heldur fram:

– ”Síðani hava vit hitst nakrar ferðir, og fólk hava verið álitandi. Tí hevur tað gingist heilt væl við hesum ”grindabýtinum”, og ein kann siga, at seðlarnir júst eru komnir út. Nú skuldi alt verið klárt til at byrja nýggju setuna”, sigur Karl Johansen. Hóast tað er Jógvan Skorheim í Fólkaflokkinum, sum skal kalla inn til skipanarfund, tí tað er hann, sum er fyrst valdur; tann við flestum atkvøðum á tí listanum, ið fekk flest atkvøður, so er Karl ivaleysur:

– ”Eg rokni við, at tað verður bíðað til at valbrøvini eru send út og kærufreistin er farin. Har er ein kærufreist, og hon skal sjálvandi haldast. Men tá hon er farin, verða valbrøvini send út, og so vænti eg at fáa eina innkalling til skipanarfundin”, sigur Karl, og fer so víðari til sjálvt innihaldið í samgonguskjalinum: – ”Tað er ongin loyna, at Klaksvíkin hevur havt eina rúkandi útvikling, og sum eg havi sagt fyrr, so hava vit brúkt 800 milliónir tey seinastu árini til íløgur, herundir útfyllingina við Biskupstorg og niðaneftir til rennibreytina”, sigur Karl.

– ”Av tí sama er tað ein stórur partur av kommununi, sum er vorðin forsømd. Tað er ein stórur partur av fortovunum, sum ikki eru eru egnað at ganga á; onkrir vegir eru ikki góðir, og tað er nakað, vit fara at raðfesta høgt, altso undirstøðukervið. Ætlanin er heldur ikki at fara í gongd við dýrar íløgur so sum parkeringshús í miðbýnum, tí vit hava nógvar íløgur, sum eru nógv meira átrokandi enn eitt parkeringshúsið. Fimleikarfelagið hevur ringar umstøður, og so skal skúlin eisini útbyggjast, umframt ein eldradepil, og so hava vit onkrar kommunalar bygningar, sum treingja til ábøtur, so sum Brandstøðin og serliga Svimjihøllin”, sigur borgarstjórin. Víðari sigur hann, at:

– ”Oyggjaleikir eru í 2027, og tað verður roynt at fáa fimleikarhøllina klára til tá. Annars hava vit góðar umstøður til allar aðrar ítróttagreinir, so tað manglar bert at kunna hýsa fimleikinum.  Tá tað kemur til Byggistig 2 av skúlanum, so eru vit longu uppi á 300 milliónum, og vit mugu leggja dent á at raðfesta. Verandi býráð kemur at leggja fíggjarætlanina fyri 2025, og vit hava so mælt til at bíða við stórum íløgum. Tá ið vit eru komin nakað inn í 2025, fara vit at leggja eina langtíðarætlan fyri íløgurnar”, sigur Karl Johansen.

– ”Um fýra ár vil eg gjarna kunna siga, at fólk eru nøgd, og at vit eru komin runt um í allari kommununi. Okkara útoyggjar hava verið eitt sindur forsømdar, og har er eisini ein uppgáva at fáa gjørt ymiskt, bæði úti á Oyri, norðuri í Ánunum, í Árnafirði, í Svínoy og í Kalsoynni. Tað skal eisini raðfestast, og tað verður gjørt í samráð við staðbundnu nevndirnar á teimum ymisku útjaðaraøkjunum í kommununi”, sigur ivaleyst afturvaldi borgarstjórin at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…
Blátt við nýggjum jólasangi
Býráðssamgongan samd um raðfestingar­nar…
Pápi mín
Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í…
Høllin í Kaldbak: Kom bara inn, eg skal…
Noy, Elsebeth!
Her sæst samgonguskjalið
Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu…
Lat okkum hugsa út um boksina
Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum
Ruth Vang má vakna - fráflytingin er byr…
Trump og Ruth, tollmúrar og proteksjonis…
Hoyringssvar frá FHF um hækking av pensj…
Bókahugni og smábarnacafe á bókasavninum
Glóðheitu RSP á OY Voxbotn 
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld v…
Vencil 23 er komin