Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstjórasessin
Signhild Johannesen, einasta valda umboðið fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Kommunu, fekk í boði borgarstjórasessin, um hon vildi ganga saman í samgongu við Fólkaflokkin. Hvussu bar tað til, at hon ikki tók av?
Signhild Johannesen greiðir soleiðis frá: – ”Tilboðið kom ov seint. Tað kom aftaná tólvta tíma, og tað var eg komin ov langt í samráðingunum við hin partin. Tí var tað. Og eg eri so deiliga glað fyri hesa samgonguna, at eg kann siga fyri meg, at tað tokið er farið”, sigur Signhild Johannesen, sum harvið vísir aftur, at har er nakar møguleiki fyri Fólkaflokkin at freista seg, hóast nýggja samgongan ikki formliga hevur tikið við enn.
– ”Kemiin í hesi samgonguni hevur verið ordiliga góð, og vit hava ung fólk við og ikki minst eldhugað fólk. Tað hevur gingið ordiliga væl við samgongusamráðingunum, og eg nevndi tað fyri onkrum, at tað ikki hevur verið eitt øvugt orð millum okkum, tíansheldur nakað klandur um nakran av nevndarsessunum. Vit hava sitið púra avslappað við eitt borð og greitt frá, hvat vit kundu ynskt okkum, og tað hevur barasta gingið upp í eina hægri eind”, sigur javnaðarbýráðslimurin og leggur afturat:
– ”Eg havi sitið nógv í býráðnum, og tað hevur helst verið onkra ferð fyrr, at tað hevur gingið líka væl. Men her er ein onnur orka at hóma. Fleiri av hesum, sum eg skal samstarva við nú, eru faktiskt javngomul við míni børn. Eg skal læra meg, at tað eru tey, sum eru framtíðin, og eg eigi at lurta eftir teimum”, sigur Signhild, sum fær mentanarøkið í sín lut at røkja komandi fýra árini. Spurd um hvussu borgarin fer at merkja tað, svarar hon:
– ”Eg hugsi, at vit eiga at vera meira sjónlig á mentanarøkinum aftur. Sum vit hava verið onkuntíð fyrr. Eg haldi, at vit hava gjørt nógv gott, gjørt stórar íløgur í vælveru, rennibreyt, mentanarhús og so framvegis, og eg fór at ivast í, um eg átti at fara aftur í sama sessin. Men tað gjørdi eg hugsaði so við, at her er nógv at byggja víðari uppá. Eg haldi, at vit eru samd um at fara undir nýggju fimleikarhøllina hesa setuna, og í 2027 vera Oyggjaleikir í Føroyum. Har havi eg sagt tað, at antin skal fimleikarhøllin vera liðug tá, ella skal hon als ikki vera byrjað, tí hon skal ikki standa í hálvum gekki. Eg haldi, at vit skulu gera alt fyri at fáa nógvar ítróttargreinar norður til Klaksvíkar til Oyggjaleikir”, sigur Signhild avgjørd.
– ”Nú mentanarhúsið Varpið stendur liðugt, eru fleiri smærri ting, ið eiga at verða gjørd, til dømis úti í Klaksvíksgarðinum og norðuri á Stongunum, og møguliga skal Spinnaríið fáa eitt lyft, hóast vit ikki eiga tað. Vit eiga at gera vøkur grannaløg og fáa fólk at koma meira út og at vera meira saman. Á heilsuøkinum, sum eg eisini fái sum málsøki, hava vit bæði Virkið Vár og Virkið Heyst, og tað eru sovorðnar vikur, har fólk verða eggjað at gera ting í felag, sum eg ætli mær at arbeiða við innan heilsu”, sigur Signhild Johannesen, ið leggur afturat, at hon er spent eftir at fara í gongd.