Dialysuviðgerð átti at verði sett á stovn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Nú viðgerðartilboð er komið í Suðuroynni, so er spurningurin, um ætlanin er at forseta við at seta á stovn fleiri tilboð, har Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt upplagt stað at stovnseta eina dialysuviðgerð. Tað sigur Beinir Johannesen, sum í dag setur Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um evnið.
Nýliga bleiv dialysuviðgerð sett á stovn á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Eitt tiltrongd tilboð, ið hevur stóran týdning fyri tey, ið hava tørv á viðgerðini.
Fyri tey, ið hava tørv á viðgerðini, er hon lívsneyðug. Hon er bæði orku- og tíðarkrevjandi fyri tey, tí oftani fer ein heilur dagur til ferðing og viðgerð hvørja ferð, og er hon eisini likamliga tung. Tí hevur tað týdning, at viðgerðin verður veitt so nær brúkaranum sum gjørligt.
Nú viðgerðartilboð er komið í Suðuroynni, so er spurningurin, um ætlanin er at forseta við at seta á stovn fleiri tilboð, har Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt upplagt stað at stovnseta eina dialysuviðgerð.
Tó krevst nakað fyri, at tilboðið kann setast á stovn – bæði fíggjarliga og fakliga – og skal tað sjálvandi eisini uppá pláss, og tí verður eisini spurt, hvat skal til at seta á stovn eina dialysuviðgerð.
Tí hevur Beinir Johannesen sett hesar spurningar:
- Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerðir kring landið, eitt nú á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?
- Hvat er kostnaðurin at seta á stovn eitt tilboð, t.d. á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?