Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at liva

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2024 - 11:00 Politikkur Tíðindi

Anfinn í Toft er nývaldur býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráði. Tað liggur í kortunum, at hann fær formanssessin í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini. Hann varð valdur við slagorðunum ”Í einum vælskipaðum og vøkrum býi, har øll trívast, bæði ung, eldri og gomul, tíma vit øll at liva”, og Norðlýsið skiftir her orð við hann um komandi formanssessin og málsøkið. Men fyrst um tíðina frá kommuvalinum og fram til dagin í dag.

 

 

– ”Tilgongdin síðani valið hevur verið góð og spennandi. Frá tí at valúrslitið var klárt, var tað nokkso týðiligt, hvat vit vildu, og hvat bar til. Vit føldu okkum øll sum verandi í sama báti og sóu nakrar møguleikar, men tað hevur kortini verið eitt sindur intenst, tí vit vistu, at onkur annar stóð klárur á síðulinjuni”, sigur Anfinn.

Men tá ið dustið so legði seg, hevði Anfinn telvað seg fram til formanspostin í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini. Spurdur um hvussu tað fer at merkjast, at Anfinn nú tekur um róðrið har, svarar hann:

– ”Eg rokni við at tað kemur at merkjast á tann hátt, at vit fara at hyggja eitt sindur øðrvísi at býarplanleggingini. Eg havi sum byggifrøðingur kanska eitt sindur av fakligari vitan og havi arbeitt hjá Arkitektateknistovuni í níggju ár og havi har fingist nokkso nógv við yvirskipaða planlegging. Tað, sum borgararnir fara at síggja, verður, at tingini fara at verða planløgd í einum størri høpi – løgd í eina størri kabál, um ein vil – so at tey komplementera hvørt annað og kunnu raðfestast, soleiðis at fólk beinanvegin føla, at tey fáa nakað, sum betýðir nakað, og tað nýtast ikki at vera tey heilt stóru tingini”, sigur Anfinn í Toft, og útdýpar tað soleiðis:

– ”Vit fara ikki at fáast við tær heilt stóru verkætlanirnar, men við eina rúgvu av smáum tingum. Vit skulu út í lokaløkini hjá fólki og taka okkum av tingum, sum hava ligið óloyst og óliðug í langa tíð, men sum kommunan av onkrari orsøk ikki hevur fingið gjørt. Tey skulu gerast nú; tey kosta oftast ikki tær stóru upphæddirnar, men ein kann gleða nógv fólk við at fáa tey gjørd”, sigur hann. Um útstykkingar sigur Anfinn:

– ”Vit hava eina stóra útstykking í gongd. Eg veit ikki reiðiliga, hvør status er við hesi stóru útstykkingini, men eg havi frætt okkurt um, at stykki verða latin inn aftur. Vit mugu fáa nakrar entreprenørar inn at seta gongd á nakrar íbúðarverkætlanir, so vit fáa gongd í hatta økið og avsett tað. Eg hugsi eisini um tað man bera til at fáa fatur í lokkandi økjum miðskeiðis í býnum, sum man kann fáa ungdóm at búseta seg í og harvið seta lív í býin. Tað er nokkso trongt, men eg trúgvi at tað fer at bera til”.

– ”Tá tað kemur til Eldradepilin, Fimleikarhøllina og seinnu byggistigini av skúlanum, so megna við ikki at avgreiða tey øll hetta valskeiðið. Talan verður um fleiri hundraðtals milliónir, og hartil kemur ein útdaterað svimjihøll, sum veruliga treingir til ábøtur. Vit verða noydd at fáa skuldina niður, soleiðis at vit seinni í valskeiðnum megna at fíggja tað, vit kunnu ella skulu. Av hesum vænti eg, at Fimleikarhøllin liggur nakað frammi, eisini orsakað av, at tað helst verður neyðugt at flyta okkurt millum 2. og 3. byggistig av skúlanum”, sigur Anfinn, og heldur fram:

– ”Vit síggja sjálvandi fram til Oyggjaleikirnar í 2027, men um vit klára at fáa fimleikarhøllina klára til tá, verður spennandi. Skulu vit klára tað, mugu vit fara heilt skjótt í gongd við at projektera tann bygningin og fáa planlagt hann í góðari tíð, soleiðis at vit eisini vita, hvat tað eru fyri pengar, vit snakka um. Tað hjálpir eisini, at inflatiónin hevur lagt seg í eina nøkulunda fasta legu”, endar Anfinn við Toft við at siga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…
Onki parkerings­hús hesa býráðssetuna
Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá…
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…
Blátt við nýggjum jólasangi
Býráðssamgongan samd um raðfestingar­nar…
Pápi mín
Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í…