Onki parkeringshús hesa býráðssetuna
Eftir undirskrivingina av samgonguskjalinum í Klaksvíkar Býráði fekk Norðlýsið orðið á Hermann Samuelsen, komandi formann í Teknisku Nevnd. Vit spurdu hann, hvussu tað fer at merkjast, at hann er nýggjur formaður har, um tíðina frá valinum og til nú, og eisini fekk hann spurningin um parkeringshús ella -kjallara í Klaksvík.
– ”Nú eru tað fyrst rættiliga nógv ting, sum man skal seta seg inn í, men fyrst og fremst eru vit samd um at raðfesta viðlíkahald av undirstøðukervinum. Semja er um, at tær stóru íløgurnar ikki verða settar á skrá sum tað fyrsta. Fyrra partin av valskeiðnum fara vit at gera ting liðug, viðlíkahald og fríðka um”, sigur Hermann, sum leggur dent á, at hetta er galdandi fyri alla kommununa og langt frá bara Klaksvík. Spurdur um tíðina frá valkvøldinum og fram til í dag sigur Hermann:
– ”Eg havi ikki roynt akkurát hetta fyrr, men sum eg havi skilt tað, var tað púra smertufrítt í mun til onnur val. Vit hittust dagin eftir valið, gjøgnum dagin fingu vit skil á nevndarbýtinum, og tað var ongantíð nøkur verulig ósemja um nakað sum helst. Vit gjørdu eina avtalu fyrr um dagin um at hittast aftur, og sambært henni var tað størsti flokkurin av okkum, sum gjørdu avtaluna, sum fekk borgarstjórasessin, og so var býtið soleiðis, at hinir flokkarnir fingu 2 formanssessir í part”, greiðir Hermann Samuelsen frá, og heldur fram:
– ”Býtið gekk væl, og vit møttust kl. 10 og fóru til hús kl. 15, og tá vóru allar nevndirnar býttar. Síðani hittust vit aftur at skriva samgonguskjalið, og tað vóru bara tær báðar ferðirnar, vit hittust, so var alt samgonguskjalið liðugt. Síðani varð tað reinskrivað og orðað betur, og nú skrivaðu vit so endaliga undir”.
Síðani fær Hermann spurningin um parkeringskjallara ella parkeringshús í miðbýnum. Hann sigur eins og borgarstjórin:
– ”Tað hevur langar útsiktir. Tað er ikki ein íløga, sum verður gjørd hesa setuna; tað eri eg rættiliga vísur í. Tað verður meira soleiðis, at vit gera eitt parkeringsøki nær við Varpið, har sum busskýlið er í dag, og so eisini at gera parkeringsbásar yvir av Föroya Bjór. Skuldin er bara 20 milliónir undir skuldarmarkinum, so eitt parkeringshús verður ikki gjørt nú. Vit ætla at gjalda skuldina rættiliga nógv niður hesa setuna”, sigur næsti formaðurin í Teknisku Nevnd.
Harvið hevur hann sjálvur flutt fokusið yvir á heita eplið, har Föroya Bjór nærum kendi seg útihýst úr býnum av tí sama. Men Hermann er til reiðar at tosa um tað:
– ”Har eru ongar ætlanir um at lata parkeringsøkið koma inn á matrikkulin hjá Föroya Bjór. Sum eg skilti tað, tá eg sá tekningarnar, lógu allir parkeringsbásarnir uttanfyri, og eg havi skilt á borgarstjóranum, at góður dialogur hevur verið í gongd, men so er vist okkurt broytt síðani, sum eg ikki eri heilt greiður yvir, og eg veit ikki enn, hvussu langt tann prosessin er komin ávegis”, sigur Hermann Samuelsen.
Til spurningin um, hvussu ætlanin er at skipa fríðkanina av býnum og bygdunum í kommununi sigur hann: – ”Longu við bara at viðlíkahalda fortov og vegir ger man stóran mun, og síðani skulu fleiri ruskíløt heingjast upp, benkur setast upp, planta trø og hava nøkur grøn øki. Hetta fer at økja markant um trivnaðin, og onki av hesum kostar tað stóra”, endar komandi nýggi tekniski nevndarformaðurin samrøðuna við at siga.