Órímiligt at enn einaferð leggja eftir fólki sum arbeiða uttanlands
Landsstýrið hevur givið sær sjálvum rættiligar høgar lønarhækkingar. Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímigt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Fólk, sum frammaundan er farin langt niður í løn orsakað av lága gjaldoyrakursinum, og sum nú fyri aðru ferð fáa eina stóra skattarokning.
Í dag klokkan 11:00 svarar Ruth Vang, landsstýriskvinna, fyrispurninginum hjá Jørgeni Niclasen, sum snýr seg um skattahækking á fólk, sum arbeiða uttanlands.
Jørgen vísir á, at inntøkan, sum kemur uttanifrá og inn í føroyska búskapin kann samanberast við útflutning.
Tó er ein munur, og hann er, at vit hava útreiðslu av framleiðsluni v.v. útfluttum vørum – meðan ONGAR útreiðslur eru av uttanlandsinntøkunum.
Enn einaferð fáa okkara siglandi eina skattarokning
Undan jólum í fjør valdi samgongan at hækka skattin hjá okkara siglandi - serliga høg hækking á tey, sum sigla við norskum skipum.
Nú er enn ein ovurhondsstór skattahækking løgd á hesi somu siglandi fólkini, og eisini er stór skattahækking løgd á fólk sum arbeiða á landi. Aftur her rakar tað harðast hjá føroyingum, sum arbeiða í Norra.
Dýrtíðin hevur rættiliga gjørt um seg seinnu árini. Landsstýrið hevur givið rættiliga høgar lønarhækkingar í krónum - serliga til sín sjálvs.
Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímiligt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Hesi eru frammanundan farin langt niður í løn orsakað av lága norska gjaldoyrakursinum, og nú fyri aðru ferð í minni enn eitt ár fáa tey eina stóra skattarokning.
Tí verða hesir spurningar settir:
- Heldur landsstýriskvinnan tað vera gott fyri búskapin, at vit hava føroyingar, sum arbeiða uttanlands?
- Heldur landsstýriskvinnan tað vera rímiligt at senda stórar skattarokningar til fólk, sum arbeiða uttanlands, fólk sum frammanundan eru farin langt niður í løn?
- Er samgongan samd um hesi skattaátøk?
- Hví velur landsstýrið at hækka skattin í kunngerð um broyttan linkingarhátt, tvs. uttanum Løgtingið?