Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2024 - 06:22 Mentan Tíðindi

Í kvøld, hóskvøldið 21. novembur kl. 19 verður aftur almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali. Kvøldseta hevur verið afturvendandi tiltak á skúlanum í mong ár - áðrenn samanleggingina eisini á studentaskúlanum. Á kvøldsetu vísa næmingar nakað av tí, teir hava arbeitt við á skúlanum í ymiskum lærugreinum.  

 

Hesuferð er tað góður tónleikur frá næmingum, sum hava tónleik á A- og B-stigi. Næmingar úr evnafrøði fara at vísa eina evnafrøðiliga roynd, sum stimbrar allar sansir. Seinastu árini hevur stuttsøgukapping verið millum næmingarnar á Kambsdali. Næmingurin, sum vann kappingina seinast, fer at lesa sína søgu, sum eisini júst er útgivin í nýggjastu útgávuni av mentanarritinum Varðin.

Miðnámskórið, sum allir næmingar skúlans - á øllum árgangum og breytum - hava í boði at vera uppií, fer at syngja tveir sangir. Serstakt er tað, at kórið ongantíð áður hevur verið eins stórt og nú.

Í septembur vóru evnisdagar á skúlanum í samband við at bók Lucas Debesar varð útgivin sum talgilt undirvísingartilfar. Hesa verkætlan høvdu lærarar á skúlanum tikið stig til og útint. Á kvøldsetuni verður eitthvørt, sum kom burturúr evnisdøgunum at síggja og uppliva. 

Skúlin bjóðar drekkamunn í steðginum. 

Kvøldsetan er almenn og øll eru sjálvsagt vælkomin á Kambsdal hóskvøldið kl. 19. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur í Christians­kirkjuni mikumo…
Songkvinnan jazzygold á Summar Festivali…
Rodmund Nielsen vitjar Norðlýsið
Sylvan Jakobsen til Molde
Petra Snorradóttir Jensen vitjar Norðlýs…
Norðlýsið á gøtuni
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bá…
G! kunngerð: Emiliana Torrini (IS)
Karla Solveig Dam
AMOC er ikki gingin amokk
Samrøða við Anfinn Hjaltalin
Nýggj frisørsalong letur upp í Klaksvík
Verjusemja um Arktis og Norð­uratlantshav
Er skúla­skipanin góð fyri okkara land og…
Reisigildi á Garðavegnum
Borgar­stjó­rin takkaði Rannvá Joensen frá…
Kanningar av orkumøguleiku­num úr undirgr…
Holocaust minningarhald
Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vi…
Ótrygt og illa lýst broytingar­uppskot í…