Linga og Mallus endurprentað
Alfa Bókhandil hevur fingið nøkur eintøk av bóknini "Linga og Mallus", sum Líggjas í Bø hevur skrivað. Bókin kom út fyri nøkrum árum síðani, men av tí at bókin varð útseld, varð neyðugt at endurprenta bókina. Nú fæst hon til keyps aftír hjá Alfa Bókhandil.
Linga og Mallus vóru systkin, fødd ávíkavist í 1890 og 1899 á Skálatoftum, sum tá var minsta bygd í Føroyum.
Har vuksu tey upp um 19. aldarskiftið. Familjan - foreldur og nevndu tvey børn - flutti til Klaksvíkar í 1914, har tey bygdu sær hús á einari trøð norðarlaga á eystursíðuni at kalla í einingi.
Navnið tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðani havt sama heitið sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesi "nýggju" Skálatoftum alla ævi sína. Tað seinna teirra doyði í 1982.
Hetta vóru sermerkt fólk, sum settu føtur í spenni ímóti nýggju tíðini. Alt skuldi vera sum fyrr, og tey fingu sær hvørki ravmagn, telefon ella rennandi vatn ella nakað annað av øll tí nútímans, sum kom fram í 20. øld.
Tey livdu sum á eini miðaldaroyggj beint í nútíðarhavinum. Hon var viðurkend gandakelling og hann íspegil og guðnáðaður hermari.