70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur at verða tikið av
Komandi fýra árini fær Sylvia Thomsen saman við øðrum eldraøkið at varða av. Hon kundi hugsað sær at fingið starvsfólk omanfyri eftirlønaraldur inn at undirvíst í nakrar tímar, og eisini sær hon helst, at aldursmarkið upp á 70 ár fyri at vera í føstum starvi hjá Klaksvíkar Kommunu verður avtikið heilt.
– ”Um vit fyrst taka tann partin av teimum eldru, sum ikki eru røktarkrevjandi, so hugsi eg, at vit hava rættiliga mong eldri fólk, sum hava ein førning, sum er gull verdur, og um vit onki gera, fer hesin førningurin bara í grøvina við teimum. Ítøkiliga vóni eg eisini, at eg kann skipa so fyri, at eg kann fáa eitt nú eldri starvsfólk innanfyri t.d. sjúkrarøktarfrøði inn til til dømis at undirvísa. Eg hevði fegin viljað fingið tey inn og lønt teimum fyri at undirvíst í nakrar tímar. Eg vil fegin gera mítt til at lyfta arbeiðsmoralin á økinum”, sigur Sylvia, og sigur víðari:
– ”Aldursmarkið hjá Klaksvíkar Kommunu sigur tað, at ein ikki kann vera í føstum starvi, eftir at man er vorðin 70 ár, og síðani skal man metast hvørt ár, og tað eigur at verða tikið burtur. Hetta hava vit sæð í Tórshavnar Kommunu, og eg haldi ikki, at tað hava verið trupulleikar av tí har”, sigur Sylvia Thomsen.