Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loynifundur á Strondum

SKRIVAÐ: Noomi K. Rasmussen  |  23.11.2024 - 22:45 Lesarabrøv Politikkur

Tað, at eg havi gjørt vart við, at tað at skipa kommunustýrið á lukkaðum fundi, uttan at borgarin kennir stað, skrá ella tíðspunkt er ólógligt, og hevur í dag kostað mær alla politiska ávirkan komandi fýra árini í Sjóvar kommunu

 

Góðu borgarar í Sjóvar kommunu,

Tað, at eg havi gjørt vart við, at tað at skipa kommunustýrið á lukkaðum fundi, uttan at borgarin kennir stað, skrá ella tíðspunkt er ólógligt, og hevur í dag kostað mær alla politiska ávirkan komandi fýra árini í Sjóvar kommunu.

Listi B saman við tveimum kvinnum á lista A hava valt at skipa seg í valbólk og sostatt halda meg uttanfyri. Tí havi eg ongar nevndarsessir fingið í kvøld. Hetta er forkláringin uppá, at mítt navn ikki er at síggja á almennu fráboðanini frá Sjóvar kommunu.

Í dag 23. november kl. 17.00 var fundur fyri afturlatnum hurðum á kommunuskrivstovuni á Strondum. Á skrá var val av borgarstjóra og skipan av nevndum.

Eg havi fleiri ferðir heitt á fyrstvalda á lista B (Hans Anders Jacobsen) um at skipa fyrsta fund sambært kommustýrislógini. Hann hevur valt at halda fast við at halda fyrsta fund fyri afturlatnum hurðum og harvið ikki hildið seg til greiðu ásetingina um, at kommunustýrisfundir eru almennir og skulu lýsast, við skrá, við hóskandi freist (sí §12 og §26). Hann hevur valt loynifund ístaðin fyri opinleika og gjøgnumskygni.    

Tað er grundleggjandi fyri opinleika og fólkaræði, at borgarar hava møguleika at vera til staðar, tá ið nývalda kommunstýrið verður skipað. 

Tá eg valdi at stilla upp til kommunustýrið var eitt av mínum hjartamálum, at borgarin skal fáa innlit og gjøgnumskygni í tær avgerðir, sum kommunan tekur. Eittnú við at stroyma fundir og flyta kommunustýrisfundir niðan í Bygdahúsið.

Vit vóru øll sjey spent at fara til verka og skipa okkum sum nýtt kommunustýri. Eg havi ynskt gott samstarv við øll. Ein breið semja um nevndarbýti bleiv undirskrivað eftir fund á kommunuskrivstovuni 13. november. Sambært hesi semju fekk eg tríggjar nevndarsessir.

Eg komi altíð at standa upp fyri fólkaræði og gjøgnumskygni og at borgarin hevur atgongd og møguleika at fylgja við politiska arbeiðinum í Sjóvar kommunu.

 

Noomi K. Rasmussen

Strendur, 23. november 2024

Lýsing
Seinastu tíðindini
Passivt-aggressivir politikarar
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr avgerandi…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting