Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seksualupplýsing á miðnámsskúlunum

SKRIVAÐ: Tekniski Skúli  |  27.11.2024 - 17:16 Tíðindi

Í gjár høvdu 1. árs næmingarnir vitjan av Elin og Óluvu. Soleiðis skrivar Gigni á heimasíðu sínari:

 

"Gigni er nú byrja við at hava seksualupplýsing á miðnámsskúlunum, og tað hevur gingið sera væl. Tað eru heilsufrøðingarnir Elin Ziska og Óluva Gunnarsdóttir, sum eru settar í starv at røkja hesa uppgávuna. Tað er í fyrstu syftu 1.g'arar sum fáa hesa undirvísingina.

Elin og Óluva byrjaðu í Suðuroy, har tær undirvístu tveimum flokkum. Hesa vikuna hava tær verið á Miðnámi á Kambsdali. Næmingarnir vísa stóran áhuga í evninum, og tað er heilt víst sera kærkomið at fáa dagførda vitan um evnið í hesum aldursbólkinum. Evnini, sum undirvíst verður um, eru bæði innan fyribyrging, kynssjúkur, seksualitet, at seta mørk, samtykki, ymsikleika osfr.

Heilsufrøðingar eru inni í øllum fólkaskúlum í Føroyum, har tað verður kunnað um mørk, kynsbúning, fyribyrging og seksualitet á teirra støði. Tað er ein nátúrlig gongd, at heilsufrøðingar eisini eru á miðnámi og arbeiða bæði heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Eftir ynski frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í Barna- og útbúgvingarmálum, verður í fyrstu atløgu lagdur dentur á seksualupplýsing, harundir kynsliga heilsu og fyribyrging, at seta mørk, samtykki o.ø. Vit í Gigni vóna, at tænastan við tíðini kann víðkast til eisini at fevna um onnur viðurskiftir, sum fremja kropsliga og sálarliga heilsu hjá teimum ungu. Sum dømi kann nevnast, at heilsufrøðingar í Norra hava somu normering á miðnámsskúlaøkinum, sum vit hava á fólkaskúlaøkinum. Tey ungu í Norra eru ógvuliga glað fyri hendan møguleikan, og tilboðið verður nógv brúkt.

Elin og Óluva hava verið sera væl móttiknar og tær merkja stóran áhuga frá næmingunum. Tað er eisini ein stórur fyrimunur, at tað eru teir somu heilsufrøðingarnir, sum koma aftur fleiri ferðir um árið. Hetta ger tað møguligt hjá næmingunum at hava eitt trygt høvi at samskifta um júst teirra viðurskiftir, sum kunnu vera ov persónlig at tosa um í flokshøpi. Tað ber eisini til at seta seg í samband við tær, tá tær ikki eru á skúlunum.

Elin og Óluva hava saman við leiðsluni í Gigni verið í Norra og Danmark á kanningarferð og sæð, hvussu heilsufrøðingarnir arbeiða har. Ein ógvuliga lærurík ferð, sum gav nógvan íblástur.

Enn eru fleiri flokkar á Kambsdali, sum mangla hesa seksualupplýsing. Eftir Kambsdal verður farið til miðnám í Klaksvík og Vestmanna og síðani til Glasir."

Vit takka Elin og Óluvu fyri vitjanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seksualupplýsing á miðnámsskúlunum
Jóla­trøini
NOx avgjaldið í Norra - ein ræðusøga
Útróðurin í dag
Jóla­trø­ini í Nes kommunu
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Djúp melankoli og inniligt takksemi
Nýggj Bíbliulesiætlan 2024-2025
Klaksvíkar Rotaryklubbi stuðlar Húsarhal…
Jákup Mikkelsen til EB/­Streym
Birita spyr um leið 401
Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlan…
Lív í Spinnarínum
Javnaðar­flokku­rin ivasamt forhold til ve…
Marius DC spýtir rím á G!
Talgilt tilboð til ferðandi í Havn
SMS'a til Komið øll við
Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bj…
Nýggj bilasøla sær dagsins ljós
Svar til KVF