Marius DC spýtir rím á G!
Soleiðis siga tey á enskum, um ein sum dugir væl at rappa — at hann spýtir rím. Og helst er eingin á hesum klettum, ið spýtir rím betur enn Marius DC.
Hóast Marius DC enn er ein ungur maður, júst vorðin 21 ár, hevur evnaríki rapparin longu verið heimskendur í Föroyum í fleiri ár.
Hann hevur fleiri útgávur á baki, men er júst nú frammi við spildurnýggju útgávu síni "Listamaður", har hann rappar á föroyskum. Og tað tykist, sum at nú er hesin rapparin veruliga við at finna sína egnu rödd! At talan er um eitt satt arbeiðsross, prógvar hann í verki við nýggju útgávuni, tí hann hevur sjálvur skrivað og framleitt allan tónleikin.
Marius DC er förandi röddin innan hipp hopp í Föroyum, og vit eru sera spent at hoyra hvussu föroyskt hipp hopp ljóðar anno 2025!
Snara tær keppin á skák og kom á G!, sum verður hildin dagarnar 17.-19. juli í 2025.