Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá hann var í andstøðu, fanst Aksel V. Johannesen hvassliga at russlandspolitikkinum hjá táverandi samgonguni. Nú er tónin ein heilt annar, og stjórnin hjá Aksel er longu farin til samráðingar við Russland fyri aðru ferð. Men løgmaður pástendur kortini, at tónin er óbroyttur | Mynd: kvf.fo

Javnaðarflokkurin ivasamt forhold til veruleikan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.11.2024 - 15:25 Leiðarin Politikkur Vinna

Har Jóannes Eidesgaard var tikin úr leikum sum pragmatikari og væl kundi biðja um umbering fyri opnum skermi, tá skeivt varð borið at, hevur eftirmaðurin á formanspostinum í Javnaðarflokkinum eina heilt aðra linju – altíð í verjustøðu, og, tá hann verður konfronteraður, í avnoktan.

 

 

Er Javnaðarflokkurin nú fyri ella ímóti at gera fiskiveiðiavtalu við Russland? Formaðurin sigur flokkin vera ímóti. Men Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, sigur seg vera fyri. Tað er tí greitt, at Javnaðarflokkurin er í tvíningum, men løgmaður insisterar kortini uppá eitt narrativ, har flokkurin hjá sær stendur saman og hevur somu støðu sum áðrenn valið.

Í 2023 stóð løgmaður á Viðareiði og serveraði skeiv tøl fyri Føroya fólki. Tá hann bleiv konfronteraður við tí, sló avnoktanin til. Hann hevði onki skeivt sagt, hann hevði bara ”verið óneyvur”. Og nevndi so onnur tøl, sum eisini vóru skeiv ...

Ein skuldi trúð, at eftir tað, og eftir málið við Ingilín D. Strøm, hevði Javnaðarflokkurin lært okkurt. Men aftur har valdi man at koyra málið heilt út eftir tangentunum í staðin fyri at landsstýriskvinnan bara viðurkendi, at hon hevði mistikið seg og kom við eini umbering. Men flokkurin vildi standa saman um hana, og formaðurin í landsstýrismálanevndini broytti so støðu millum fyribilsniðurstøðuna og ta endaligu, eins og framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkinum fór á røðarapallin og segði, at ”Fyri henni er tað sannleikin, ið hon sigur”. Segði nakar ”alternative facts”? Í øllum førum minnir tað um trumpistiska argumentatión.

Nú hoyra vit so eisini, at Landsstýrismálanevndin má út at keypa sær eksterna advokathjálp eftir rokilsið við misálitinum herfyri, har løgtingsumsitingin varð sett til viks, og vit vita enn ikki, um dýrur kanningarstjóri verður settur. Bæði tí Javnaðarflokkurin ikki kundi taka í egnan barm.

Kunnu hinir báðir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, liva við, at løgmaður fer út og sigur, at Javnaðarflokkurin – ikki bara partar av honum, men flokkurin sum heild – er ímóti víðari samstarvi við Russland, og at hann verður trýstur til samstarv av meirilutanum? Andstøðuna kann hann ikki meina við, tí hon fær ikki trýst Landsstýrið til nakað sum helst.

Løgmaður lovaði í valstríðnum at slíta samstarvið við Russland, fekk eitt søguliga gott val og fekk bæði formanssessin í Uttanlandsnevndini og løgmanspostin. Men kortini stendur løgmaður og fortelur fyri Føroya fólki, at hóast støða floksins er neyvt tann sama sum áðrenn valið, so fær hann onki gjørt fyri at halda sítt vallyfti.

Tað lata vit standa eina løtu.

Læran av tí verður so, at Javnaðarflokkurin kann lova eitt til valið, fáa 9 tingfólk, koma í samgongu, fáa løgmann, fáa formannin í avvarðandi nevnd á tingi, framvegis hava somu støðu – og kortini ikki vera førur fyri at levera. Altso ein stór fallitterklering fyri flokkin.

Hví ikki bara viðurkenna veruleikan, ið er, at Javnaðarflokkurin í Uttanlandsnevndini hevur funnið eina pragmatiska loysn upp á samstarvið við Russland? Ja, tað merkir, at flokkurin er blotnaður og er meira pragmatiskur og diplomatiskur í mun til síni vallyfti. Men er tað verri enn at liva í avnoktan og bedýra, at flokkurin er samdur, intaktur og konsistentur í mun til síni vallyfti, hóast alt Føroya fólk veit, at tað ikki er so í veruleikanum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty International enn eitt álop á Ís…
Kí samrøður við Niclas Niclasen og Jákup…
Samrøða við Elsebeth Mercedis
Býarbussu­rin koyrir aftur
Sendið inn uppskot til Ársins Rósu
Avmarkað eftirlit við týðandi rættarregl…
Fleiri enn 30 fráboða­nir komnar
KÍ á breddanum í dag
Hugna sær í illveðrinum
Allir mans eru úti
Allir dagstov­nar stongdir
Skúla­gongdin á Skúlatrøð avlýst
Býarbussu­rin avlýsir koyring­ina í morgin
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…