Lýsing
Lýsing
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Skunda tær at keypa atgongumerki til jólaligu skemtirøðuna. Talan verður um fimm sýningar frá hósdegnum 5. des til leygardagin 7. des. Fyrsta sýning er longu útseld!
Leikbólkurin Totalt langt úti, hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag gevur tykkum nú totalt langt úti skemt á Loftinum í Spinnarínum. Okkurt jólapiss, er nýggjasta uppsetingin í jólaligu skemtirøðini, sum vit kenna frá Bunkaranum. Hvør minnist ikki buldralig, syndarlig, lallalig og nossilig jól? So hava tit eisini hug at koma í rætt jólalag, kom so til tærnakrimpandi skemt saman við okkum!
Um tú hugsar, at hettar verða eini morreyð jól, ja so hevur tú púra rætt!
ALDURSMARKIÐ er 18 ár, og verður tað møguligt at keypa okkurt leskiligt á veg inn.
Atgongumerki kunnu keypast her.
Seinastu tíðindini