Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stóri týðarin Edvard S. Olsen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.11.2024 - 07:00 Mentan Tíðindi

Edvard S. Olsen hevur týtt 6-7000 síður av dygdargóðum bókmentum til føroyskt fyri Sprotan síðan 2011

 

 

Edvard S. Olsen undirvísti á Eysturskúlanum og plagdi at týða eitt sindur framíhjá. Heimurin hjá Suffíu eftir Jostein Gaarder mundi vera tann kendasta.

Fyri 12 árum síðan ringir hann til mín. Práta aftur og fram, og hann sigur mær, at hann kundi hugsað sær at farið at týtt meira, nú hann hevur betri tíð. Tað er gamaní. 

Hvat skal eg týða? spyr hann. 

Kirsten Lavransdóttir var svarið. 

Hann hevur eyðvitað drigið á bæði í nakrar dagar, tí hetta var stórur biti. Men hann fór til arbeiðis og longu í 2013 kom triðja bind av stórverkinum út. Hann hevði flutt 1500 vakrar síður eftir Sigrid Undset inn í føroysk. Tað var hugaligt at hoyra, hvussu hann neyt hetta ítrivið, og hvussu hann gleddist um løturnar, tá ið teksturin sat, sum hann skuldi.

Soleiðis kom Edvard inn í Sprotan og hevur frá fyrsta degi verið ein høvuðsmáttur í øllum okkara týðaravirksemi.

Og hann fekk ikki afturhald. Hann týddi tey bæðini bindini av Sverra kongi, ið Finnbogi Ísakson ikki náddi at gera liðug. Hann fullfíggjaði stórverkið um August eftir Knut Hamsun, sum Hans Thomsen hevði týtt. Seinni fór hann undir stóra bókaverkið Drúgva ferðin eftir Jóhannes V. Jensen. Og so komu allar hinar ein fyri og onnur eftir.

Eg eri púra ovfarin av tí orku og seiggi, hesin maðurin eigur, tí fá munnu vita, hvussu strævið tað er at sita og týða fleiri hundrað síður, sum nú teljast sum fleiri túsund.

Edvard hevur týtt  6-7000 síður av dygdargóðum bókmentum til føroyskt síðan 2011 umframt tað, ið hann hevur týtt fyri Máltænastuna, og tey handrit, hann hevur ritstjórnað.

Verkini, ið Edvard hevur týtt og standa sum varðar um hansara ár sum skapandi pensionistur, eru savnað her 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum