STYRKILYFTING: Rógvi Sørensen vann steypakappingina 2024
Árliga steypakappingin í styrkilyfting (powerlifting) fyri menn var í gjár í Burn í Berjabrekku í Havn. Tólv luttakarar lyftu seg til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met. Samlaði vinnarin varð funnin út frá hægsta stigatalinum, har ið kropsvekt og lyftivekt verða sett í mun til hvørt annað.
Heiðursmerkjaplássini
Royndi styrkilyftarin Rógvi Sørensen fekk gullið um hálsin við 86,64 stigum og lyftunum 230 kilo í squat, 147,5 kilo í benchpress og 260 kilo í deadlift, íalt 637 kilo (3-dystur). Rógvi er fluttur ein vektflokk upp og kappast nú í 93 kilo vektflokkinum.
Honum á baki komu Tordur Sigurðsson á øðrum plássi og vann silvur við 83,03 stigum og Teitur K. Johansen á triðja plássi og vann bronsu við 81,82 stigum. Lyftini hjá Tordi Sigurðssyni, sum luttekur í 83 kilo vektflokkinum, vóru 190-130-260, íalt 580 kilo.
Teitur K. Johansen, sum kappast í 105 kilo vektflokkinum, gjørdi eitt hol í sjógvin við FM fyrr í ár, og í dag økti hann um sítt føroyska met í squat við 2,5 kilo til 250 kilo. Lyftini vóru 250-160-245, íalt 655 kilo.
15 føroysk met umframt persónlig met
Gull-vinnarin Rógvi Sørensen setti 2 føroysk met í 93 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 230 kilo squat og 260 kilo deadlift. Silvur-vinnarin Tordur Sigurðsson setti 2 føroysk met í masters-bólkinum (40-49 ár) við 190 kilo squat og 260 kilo deadlift. Bronsu-vinnarin Teitur Johansen setti 1 føroyskt met í 105 kilo vektflokkinum í opna bólkinum við 250 kilo squat.
17 ára gamli Sakaris Markus Jacobsen setti 3 føroysk met í junior-yngri bólkinum (U18) í 74 kilo vektflokkinum við 105 kilo squat, 85 kilo benchpress og 157,5 kilo deadlift, íalt 347,5 kilo ella 51,59 stig. Ein annar 17 ára gamal lyftari, Mathias Mikkelsen setti 1 føroyst met í junior-yngri bólkinum í 83 kilo vektflokkinum við 105 kilo benchpress. 16 ára gamli Dávid Persson Højgaard setti 1 føroyskt met í junior-yngri bólkinum í 93 kilo vektflokkinum við 107,5 kilo benchpress. Í junior-eldri bólkinum (U23) setti Sofus B. Jakobsen 1 føroyskt met í bonkpress við 132,5 kilo.
Harumframt settu Rógvi Sørensen, Teitur K. Johansen, Sakarias Markus Jacobsen og Tordur Sigurðsson met í 3-dyst, sum er tær tríggjar greinarnar íalt, tvs squat + benchpress + deadlift.
Nakrir av lyftarunum í dag vóru úr Eysturoynni og Norðoyggjum, har ið feløg eru í ferð við at verða stovna. Fimm av lyftarunum luttóku í dag í kapping fyri fyrstu fyrstu ferð, og blandið í aldri og vektflokkum var gott.