Lýsing
Lýsing
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G!
Föroyingum dáma væl countrytónleik, tað vita vit. Tí eru vit fegin at kunngera at okkara fyrsta navn í ár er Hallur Joensen.
Öll kenna lögini, sum í lurtinum eru spæld, dag út og dag inn, í áravís, og vit syngja við, tá ið vit hoyra "Kyss ein eingil hvönn morgun", "Vinir eru reyðagull", "Lívið er ein lítil löta", fyri bert at nevna nökur úr rúgvuni.
Röddina hevur hann av gulli og framförslur hansara eru framúr. Hallur Joensen er ikki bert ein sera fyrikomandi maður úr Klaksvík, nei, hann er av sonnum ein countrystjörna!
So finn tær kovboyhattin fram og sprikk avstað, tí Hallur Joensen kemur at framföra á G!, sum verður dagarnar 17.-19. juli 2025!
Tú mást fara!
Seinastu tíðindini