Lýsing
Lýsing
Lýsing

Birita spyr um leið 401

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  26.11.2024 - 18:08 Politikkur Tíðindi

Undirtøkan fyri leið 401, sum er snarbussurin millum Klaksvík og Tórshavn, er góð, men túrarnir fáir. Birita Matras Petersen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett fram fyrispurning um málið.

 

Síðan Eysturoyartunnilin varð latin upp er tíðin, ið skal brúkast uppá ferðing, munandi stytt hjá fleiri borgarum.

Kortini tykist, at fólk í Norðoyggjum og í pørtum av Eysturoynni, ið brúka almenna ferðasambandið, hava fingið minni gleði av Eysturoyartunlinum, síðan hann varð tikin í nýtslu.

Leið 401 hjá Bygdaleiðum, Snarbussurin, ið koyrir millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin, koyrir til samans fýra túrar hvønn gerandisdag. Í vikuskiftunum eru eingir túrar við leið 401.

Verður hugt at hagtølum hjá Strandfaraskipum Landsins fram til oktober í 2024 var talið av ferðandi við leið 400 66.520, sum er gott tríggjar ferðir tað sum við 401, tó at túratalið er 8-9 ferðir so høgt.

Undirtøkan fyri Snarbussinum er tí lutfalsliga væl hægri og hugsast kann, at enn fleiri høvdu tikið bussleiðina millum Klaksvík og Tórshavn, um fleiri túrar vóru við Snarbussinum gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Ein bilur er ein stór útreiðsla fyri fleiri, og skal ein regluliga ferðast langt millum bústað og arbeiði ella útbúgvingarstað, kann almenna ferðasambandiðvera einasti mátin at ferðast uppá hjá summum.

Við einum álítandi og tryggum almennum ferðasambandi millum oyggjarnar við eitt nú øktum túratali, kann tað gerast høgligari og lættari hjá fólki at velja almenna ferðasambandið til. Hetta kann vera við til at eggja borgarum til at velja ein meira umhvørvisvinarligan hátt at ferðast millum oyggjarnar.

Tí hevur tingkvinnan spurt landsstýrismannnin í samferðslumálum um ætlanir er at økja túratalið á leið 401 hjá Bygdaleiðum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup Mikkelsen til EB/­Streym
Birita spyr um leið 401
Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlan…
Lív í Spinnarínum
Javnaðar­flokku­rin ivasamt forhold til ve…
Marius DC spýtir rím á G!
Talgilt tilboð til ferðandi í Havn
SMS'a til Komið øll við
Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bj…
Nýggj bilasøla sær dagsins ljós
Svar til KVF
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G…
Jóla­trøini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…