Lýsing
Lýsing
Lýsing

Orðið var hold og tók búgv okkara millum

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen                                                              |  09.12.2024 - 15:52 Lesarabrøv Mentan

Eini sonn gleðilig jól ynskjast øllum samtíðar-íbúgvum mínum.

 

Onkur hevur úttalað, at tíð er ikki, hvat hon hevur verið; hon er yvirstaðin, áðrenn ein veit av tí(ð). Men nú kunnu vit so ásanna, at stóra hátíðin, jólini, er á gáttini, og so er 2024 við sínum ymisku hendingum yvirstaðið, og eitt nýtt ár er við at innfinna seg, hvørs hendingar eru ókendar. Fyri nøkrum árum síðani fór eg mær ein morguntúr í frálíka býi okkara. Hugsað var um ein Ennitúr, sum vit siga í Fuglafirði, men komin oman á vegin broyttist ætlan mín vegna kavarok.

Í gamla Navigasjónsskúlanum í høvuðsstaðnum kundi man onkuntíð hoyra menn tosa um at halda ferð og kós, men fyribyrgja samanbrestir. Nakað soleiðis barst mær fyri hendan morgun nærri uppi í haganum enn á sjónum, tá ein mótgangandi og eg við eitt líka fingu tíð at fyribyrgja eini kollisión í kavarokinum.

Hann var við at grava djúpt í tankaverðini, beindi okkum báðar inn undir garðin og helt samtíðis fyri við meg, nú vit vóru í frægari lívd, at: ”Hvussu langa tíð metir tú, vit báðir hava eftir í hesum ríkinum,  og nær væntar tú sonur Guðs kemur aftur?”, spurdi hann. Eg nevndi fyri honum, at eg líka hevði hoyrt  ein landsstýrismann tosa um verjuskipan okkara, nú eitt stórveldi  hótti við at nýta atommegi, men hesum tókti okkara landsstýrismaður ivandi um, eins og vit mongu onnur helst royna at ugga okkum við og krøkja okkum uppí ein ósvitandi sannleika, skrivaður í Matt. 24,44: ” Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir, tí at menniskjasonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir”.

Hesi orð eru sambært útleggingini hjá báðum omanfyrinevndu als ikki líkamikil, tí hvat av teimum báðum man fyrst – sonurin ella atombumban – boða avgang? At sonurin kemur, liggur fast, men nær veit bert himmalski faðir okkara. Men við fullkomiligari atom-oyðilegging tykist hesi heimsharrin kunna hótta við. Orð hansara, ið gjørdust hold á jólum, søgdu, tá ið hann vitjaði her, at sjálvt spurvurin ikki fellur til jarðar, uttan hans vitan.

Jóhannesar Evangelium sigur í kap. l, at orðið gjørdist hold og tók búgv okkara millum á jólum. Eitt eygnavitni, sum kendi son Guðs, sigur: – ”Tað, sum var frá upphavi, tað sum vit hava hoyrt, tað sum vit hava sæð við eygum okkara, tað sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð”.

Barnskúlalærari mín S.M.A. legði lunnarnar undir eina barnatrúgv, ið nú rundar níti ár, og yrkti sang 295 í Missiónssangbókini: – ”Hví vilt tú ivast um Jesus, fast vil eg líta  á hann, sum, meðan øldirnar runnu, aldri hann sveik nakran man”.  

Eini sonn gleðilig jól ynskjast øllum samtíðar-íbúgvum mínum.

Jóhannes M. Olsen                                                            

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík